Føroyska U21-landsliðið er komið væl frá byrjan í bólki H í undankappingini til U21 EM. Úrttøkan higartil er fimm stig í fýra dystum og ein málúrttøka á 0 - tað gevur eitt triðja plássið í bólkinum, sum telur seks lið.
Eitt pláss frammanfyri er Ukraina, ið eisini hevur eitt stig fleiri. Sámal Erik Hentze segði fyri løtu síðani í viðtalu við FM1, at hetta er eitt nógv betri lið enn Norðurmakedónia, ið Føroyar spældu 1-1 javnleik ímóti í Klaksvík hósdagin, og at hetta er nakað undir Frakland í styrki og harvið tað næstbesta liðið í bólkinum á pappírinum.
Føroyar kann koma uppá 2. plássið, um liðið hjá Sámal Erik Hentze og Atla Gregersen fremur enn eitt bragd og vinnur í Ukraina. Heimaliðið er stórfavorittur, sambært veddingarfyritøkunum, og 1-tal gevur 1,20-1,25 í odds. Javnleikur liggur um seks ferðir peningin aftur hjá teimum flestu, meðan føroyskur sigur eru umleið odds tíggju ella hægri.
Málskjúttin í dystinum móti Norðurmakedónia, Andrass Johansen, stríðist (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyska liðið hevur fingið fyrreika seg væl í Zaporizhzhya, ið er sættstørsti býúr í Ukreina í mun til íbúgvartal, og har dysturin í kvøld verður leiktur. Í áleið 15 higastigum skulu føroyingar royna at skapa ein spennandi dyst - tað verður fryst og fremst við at arbeiða hart og at standa saman sum eitt lið.
Dysturin kann ikki stroymast í Føroyum - tó gjøgnum veddingarfyritøkuna Bet365 um ein hevur ein brúkara. Vit fara at hava beinleiðis dagføring av støðuni á forsíðu okkara. Fyrsta bríksl verður klokkan 16
Undankapping til EM 2023, bólkur H - 4. umfar
Týsdagin 12.10 - Zaporizhzhya
(16.00) Ukraina - Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald