Fótbóltur

U21: Spania er evropameistari

Spaniólarnir vunnu 2-1 á Týsklandi og løntu harvið týskarunum finaluósigurin frá tveimum árum síðani aftur.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-07-01 09:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lagt var upp til eina tætta finalu millum elstu ungdómsliðini hjá Spania og Týsklandi, tá hesi hittust í Udine í gjárkvøldið. Tað gjørdist tað eisini talan um, men spaniólar vóru so at siga allan dystin líka omaná.

Longu í 7. minutti legði Napoli-miðvallarin, Fabian Ruiz, Spania á odda. Ruiz varð eftir dystin kosin sun besti leikari í kappingini. Í 4-1 sigrinum hjá á A-landsliðnum á Tórsvølli 7. juni varð hann skiftur inn.

[object Object](Fabian Ruiz - besti leikari í kappingini - leggur her Spania á odda)

Tjúgu minuttir fyri leiklok økti Dani Olmo úr Dinamo Zagreb, og hóast Nadiem Arimi fekk minkað um munin, so var tað ov seint hjá týskarunum. Spania megnaði at halda suverena toppskjúttanum í kappingini, Luca Waldschmidt (7 mál), niðri, og so kundu teir í reyðum og bláum fegnast.

Hetta var triðja heitið hjá Spania seinastu níggju árini og seinastu fimm kappingarnar. Tað ger, at landið nú er mest vinnndi í U21-høpi saman við Italia, ið var vertur hesaferð. Bæði suðurevropeisku londini hava vunnið EM fimm ferðir.

Spania - Týskland 2-1 (1-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder