Fótbóltur

U21: Spania og Týskland hittast í finaluni

Talan verður um endurtøku av finaluni fyri tveimum árum síðani. Hetta er greitt, eftir at Týskland basti Rumenia í dramatiskum dysti, og Spania vann trygt á Fraklandi.

Týskland vann tepurt, tá liðini spældu finalu fyri tveimum árum síðani (Mynd: Sky Sports)

Týskland vann tepurt, tá liðini spældu finalu fyri tveimum árum síðani (Mynd: Sky Sports)

2019-06-28 07:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hálvfinalurnar í EM-endaspælinum fyri U21-landslið vóru leiktar í gjárkvøldið. Talan gjørdist um málríkar dystir; 11 mál komu tilsamans. Úrslitið gjørdist tað sama sum fyri tveimum árum síðani í Póllandi: Týskland og Spania leiktu seg í finaluna. 

Sterku liðini ið Føroyar vóru i bólki saman við í undankappingini, Danmark og Pólland, gjørdust akkurat ov stutt at koma víðari úr bólkaspælinum, har bert fýra útav teimum 12 londunum spældu seg víðari (teir tríggir bólkavinnararnir umframt besti tvey'arin)


[object Object]
(Gian-Luca Waldscmidt, við 10-talinum, hevur havt eitt framúr gott EM - Mynd: Sportsnet)

Rumenia vann heldur óvæntað sín bólk og var harvið á fyrsta sinni millum fýra tey seinastu liðini. Tað rakk akkurat ikki til finalupláss, hóast Rumenia var á odda 2-1 í steðginum í Bologna ímóti sterka týska liðnum. Í báðum førum var tað spennandi leikarin, George Puscas, ið skoraði til 4-1 fyri A-landsliðið ímoti Føroyum í mars, sum skoraði fyri rumenar. Týskland hevði tó tveir tvímálsskjúttar: Gian-Luca Waldscmidt. Tann fyrri er ein stjørna, ið er fødd hesar dagarnar, tí áleyparin úr Freiburg hevur higartil skorað í øllum dystunum í kappingini - sjey mál í fýra dystum. Í gjár javnaði hann stutt eftir steðgin við brotssparki og í 90. mintuti skoraði hann til 3-2. Hann legði í fyrra hálvleiki upp til hin áleyparan, Nadiem Amieri, sum eisini lukkaði dystin í yvirtíðini. Vónbrot fyri Rumenia, men møguleikin hjá Týsklandi at endurvinna heitið er framvegis har.

Tað skal liðið gera ímóti Spania, ið Týskland basti 1-0 í finaluni í Krakow í 2017. Spania hevur annars vunnið heitið fýra ferðir - tað er næstflest aftanfyri Italia við fimm. Spaniólar góvu sær sjálvum møguleikum at koma uppá javnt við Italia samanlagt sunnudagin eftir 4-1 sigurin á Fraklandi í Reggio Emilia. "Les Bleues" komu á odda við brotssparki eftir eitt korter, men í steðginum var 2-1, og spaniólar gjørdu arbeiði liðugt í 2. hálvleiki. 

U21 EM-endaspælið
Hálvfinalurnar: 
Týskland - Rumenia 4-2 (1-2)
Spania - Frakland 4-1 (2-1)


Finalan verður leikt sunnukvøldið klokkan 19.45 í Udine.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder