- Tað er greitt besta liðið í bólkinum og eitt av teimum bestu U21-liðnum í Evropa, so tað veðrur ógvuliga krevjandi fríggjadagin. Har eru spælarar, sum spæla fyri stór feløg og nakrir sum eru seldir fyri hundraðtals milliónir. Noyðast at gera alt sum vit kunnu hesar dagarnar fyri at vera til reiðar.
Soleiðis segði Eyðun Klakstein við Portalin fyrr í vikuni. U21-landsliðsvenjarin pakkar tað ikki inn, at Føroyar fáa eina risastóra uppgávu móti Portugal. Á pappírinum er møguleikin har at fáa stigametið fyri eina undankapping (11 stig), men tað er ósannlíkt, nú Portugal er á skránni áðrenn Hvítarussland, og fýra stig eru upp til metið.
Sí eisini: Eyðun Klakstein: - Eitt av teimum bestu ungdómsliðunum í Evropa
Føroyar fingu sjey stig og átta mál í fimm dystum í 2023. Í ár hevur liðið tapt tvær ferðir 4-0, fyri Grikkalandi og Portugal. Avrikið í Koratia fyrst í september var gott, og kundu Føroyar fingið stig. Kroatar "fingu" tó tvey brotsspørk og vunnu 2-1.
Harvið er einki stig komið til høldar í 2024, og tað er ósannlíkt, at lagt verður afturat tí kontuni í dag, nú greiða oddaliðið í bólkinum vitjar.
Eyðun Klakstein hevur eisini sáttmála til næstu undankapping (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sum Norðlýsið skrivar, so er talan kanska um komandi heimsstjørnur. Fleiri eru í Premier League-hópum, Wolverhampton og Southampton, og spælarar eru eisini í bestu deildunum í Spania, Týsklandi og sjálvandi Portugal. Liðformaðurin, Paulo Bernardo, spælir í skotska Celtic og harvið í Champions League eisini. Ein, Tiago Santos, spælir í franska Lille. Høgri bakkurin spældi móti KÍ í 3-0 sigrinum í Lille í fjør.
Nú vitja Santos og "komandi stjørnurnar" í Klaksvík. Føroyar skulu royna at gera tað so torført sum gjørligt í okkara heystarkulda. U21-landslið hava áður víst, at tað ber til móti heilt stórum fótbóltstjóðum. Føroyar eru uttan Áka Samuelsen, Poul Kallsberg, Áka Johannesen - og Samuel Chukwudi.
Fyrsta bríksl við Djúpumýru verður klokkan 16.00. Televarpið vísir dystin. FM1 sigur frá.
U21 EM-undankapping
Næstseinasta umfar - við Djúpumýru, fríggjadagin 11.10
16.00: Føroyar - Portugal
Støðan í bólkinum - tíggju umfør eru:
Talva: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald