Fótbóltur

U21 við spennandi hópi til stórar dystir

Spæla í Kroatia 5. september og móti Grikkalandi í Klaksvík 10. september. Áki Samuelsen er millum teir, ið mangla, men nógvir við stórum leikluti í Betrideildini eru við.

Eyðun Klakkstein staðfesti aftur, at Føroyar fara at royna eftir stigametinum (11 stigum) Í løtuni hevur U21 7 stig. Tað er alsamt truplari at taka út, segði høvuðsvenjarin eisini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakkstein staðfesti aftur, at Føroyar fara at royna eftir stigametinum (11 stigum) Í løtuni hevur U21 7 stig. Tað er alsamt truplari at taka út, segði høvuðsvenjarin eisini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-26 13:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga í september skal A-landsliðið í gongd við Nations League, og í tí sambandi er hópurin til uppgávurnar móti Norðurmakedónia (heima, 7. september) og Lettland (úti, 10. september) nú úttikin.

Sí eisini: 21 spælarar á listanum til fyrstu Nations League-dystirnar

Áðrenn Håkan Ericson slapp framat mikrofonini í tíðindafundsstovuni hjá FSF fyrrapartin, setti Eyðun Klakstein orð á, hvørjir 19 spælarar skulu við til komandi uppgávur hjá U21-landsliðnum.

[object Object]
Skíggjamynd: Televarpið

Av teimum, sum hava spælt nógv í undankappingini higartil, skínur tað mest í eyguni, at Áki Samuelsen ikki er á listanum. 20-ára gamli álopskendi profilurin hjá HB er úti við fótskaða. 

Liðfelagið hansara, Samuel Johansen Chukwudi, hevur eisini U21-aldur, men hevur sterki miðverjin ongan dyst spælt í hesari undankappingini, og er Samuel eisini á A-landsliðnum hesaferð.

Leivur Guttesen er fyri fyrstu ferð á U21-landsliðnum. Vinstrabeinti 22-ára gamli vongurin hevur fingið sítt gjøgnumbrot í 2024, og kann Leivur verða eitt boð uppá ein avloysaranum hjá Áka Samuelsen - tó er mest sannlíkt at vandamiklu Víkinginavengurnir Poul Kallsberg og Olaf Bárðarson spæla flestu minuttirnar í síðunum.

[object Object]
Leivur Fossdal Guttesen avgerð her grannauppgerð móti B36. Hoyvíkingurin spældi millum annað eisini stóran leiklut í hálvfinalusigrinum í Sarpugerði fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Nolsøe hevur gjørt vart við seg á NSÍ-miðvøllinum, og kann hann fáa sínar fyrstu U21-minuttir í september. Aron Jarnskor Ellingsgaard og Gullbrandur Øregaard vóru við A-landsliðnum í juni - báðir eru aftur við U21 hesaferð.

Áki Johannesen og Signar á Brúnni hava havt stórar leiklutir í undankappingini higartil, men verjuspælararnir eru ikki á listanum hesaferð. Liðformaðurin hjá B68 hevur havt ymiskar skaðatrupulleikar, sjálvt um hann hevur spælt nógv í seinastuni. Ari Olsen hevur tikið yvir á høgra bakki hjá Víkingi aftur, og tískil hevur Signar ikki spælt heilt nógvar minuttir í seinastuni.

Fýra dystir eru eftir í undankappingini - harav tríggir á heimavølli. Dysturin í Kroatia 5. september verður harvið seinasti útidysturin hjá U21-landsliðnum í hesari undankappingini. Føroyar taptu 4-2 í heimadystinum móti Kroatia í fjør. Grikkaland vitjar 10. septeber - grikkar vunnu 3-0, tá liðini hittust í november.

Eyðun Klakstein staðfesti aftur fyri miðlunum í dag, at man fer eftir U21-metinum sum er 11 stig fyri eina undankapping. Føroyar hava eftir seks dystir 7 stig og er á 4. plássi í bólkinum við seks liðum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder