Fótbóltur

UEFA valdi Jorginho til ársins leikara

Miðvallarin vann Champions League við Chelsea og EM við Italia í summar og var ein týdningarmikil partur av báðum liðunum. Venjari hansara í London-felagnum varð heiðraður sum besti venjari, og ein norðmaður sum besti áleypari í Champions League farna kappingarár.

Thomas Tuchel og Jorginho vórðu heiðraðir í gjár

Thomas Tuchel og Jorginho vórðu heiðraðir í gjár

2021-08-27 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið um bólkabýti í Champions League var í Nyon í Sveis í gjár. Har gjørdist greitt, hvussu tey 32 liðini skulu spæla, í sterkastu kappingini fyri lið í heiminum, í heyst.

Les eisini: Soleðis síggja Champions League-bólkarnir út

Í samband við lutakastið vóru ymsir heiðrar latnir. Fyrst vóru tað Simon Kjær og læknaliga toymi, ið fekk lív aftur í Christan Eriksen, í samband við EM-dystin í Parkini 12. juni, ið fingu handað "UEFA President's Award". Talan er um ein serligan heiður, sum Aleksander Ceferin letur á hvørjum ári. Danski liðformaðurin var ikki til staðar, tí hann metti ikki, at tað var rætt at taka ímóti heiðrinum uttan allar sína liðfelagar. Landsliðslæknin Motten Boesen og hinir vóru á pallinum og endurlivdi dramatisku hendingina, og hvønn týdning hon hevur havt

Áðrenn, ímillum og eftir liðini í ymsu styrkisløgini vórðu býtt út í bólkar, varð kunngjørt hvør hevði verið best á hvørjum pláss í farna kappingarárið í Champions League. Venjarin og málverjin hjá Champions League-vinnarunum hjá monnum vórðu kosnir at vera best. Thomas Tuchel kom til felagið tíðliga í 2021 og leiddi liðið til steyp í Champions League og FA Cup. Ótroyttiligi miðvallarin N'Golo Kante fekk heiðurin sum besti miðvallari, men tað var hin sentrali og verjukendi miðvallarin, Jorginho, ið var kosin besti leikari. Hann vann eisini EM við Italia í summar.

Portugisin Ruben Dias, ið gjørdi stóran mun fyri besta liðið í Premier League, varð kosin at vera besti verjuleikarin í Evropa og norska málmaskinan í Dortmund, Erling Braut Håland, fekk heiðurin sum besti áleypari í Champions League. 

Hjá kvinnum vóru tað bert spanskir leikarar, ið til dagliga umboða FC Barcelona, ið fingu heiður. Barcelona vann greitt í Champions League-finaluni, og Alexia Putellas varð kosin besti miðvallari og leikari yvirhøvur.

Heiðrar - menn:

Besti leikari: Jorginho (Chelsea og Italia)

Besti venjari:  Thomas Tuchel (Chelsea)

Besti málverji: Edouard Mendy (Chelsea og Senegal)

Besti verjuleikari: Ruben Dias (Manchester City og Portugal)

Besti miðvallari: N'Golo Kante (Chelsea og Frakland)

Besti áleypari: Erling Haaland (Dortmund og Noreg


Heiðrar - kvinnur

Besti miðvallari og leikari: Alexia Putellas (Barcelona og Spania)

Besti venjari: Lluis Cortes (Barcelona)

Besti málverji: Sandra Panos (Barcelona og Spania)

Besti verjuleikari: Irene Paredes (Barcelona og Spania)

Besti áleypari: Jennifer Hermoso (Barcelona og Spania)


UEFA President's Award: Simon Kjær og læknaliga toymi í Parkini 12. juni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder