
U21-landsliðið hjá Ukraina vann ein tryggan sigur á Tórsvølli í gjár, og á Hampden Park í Glasgow vann A-landsliðið hjá Ukraina ein ógvuliga týdningarmiklan sigur.
Les eisini: Ukrainar áttu kvøldið
Talan var um útsettu HM-playoff finaluna. Í mars var kríggið í Ukraina fyri stuttum byrjað, og óvist var hvussu leingi russiska innrásin fór at varða, og hvussu hon fór at ávirkað. Innrásin er framvegis í gongd, og hon ávirkar allar ukrainar - eisini fótbóltsleikararnar, ið spæla uttanfyri landoddarnar, og sum hava familju heima. Teir fingu tó hugsavnað seg um stóru uppgávuna í gjár og helst nýtt hana sum eitt slag av "brennievni". Ukraina var í øllum førum omaná í altavgerandi útidystinum og vann 3-1.
Royndi Andriy Yarmolenko legðu ukrainar í 32. minutti, og Roman Yaremchuk økti, tá tríggir minuttir vóru leiktir í 2. hálvleiki. Callum McGregor fekk veruligan spenning í aftur í 79. minutti, men í yvirtíðini skoraði Artem Dovbyk, ið var hetjan í EM-áttandapartsfinaluni móti Svøríki í fjør - eins og tá var áleyparin innskiftur, og tað var aftur Oleksandr Zinchenko, ið legði upp.
So kundu ukrainar lata kenslunum leysum, meðan skotar vóru raktir av vónbroti - teir hava ikki verið so nær einum HM-atgongumerki í hesari øldini.
Ukraina skal vinna ein dyst afturat fyri at spæla seg til HM, ið verður í Katar í november-desember. Hann er eisini á skránni í landi, sum hoyrir undir Stóra Bretland. Brakið skal standa í Cardiff. Har vóru walisar omaná, tá teir síðst í mars spældu Play-off hálvfinalu móti Eysturríki. Nú skulu Bale og co. royna at basa ukrainum
Felags fyri hesi bæði londini er, at tey bert einaferð hava verið til eitt HM-endaspæl: Ukraina í 2006 og Wales heilt afturi í 1958.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald