Tað var eitt skjótt og sera vælspælandi ukrainskt U21 landslið, sum vitjaði føroyska høvuðsstaðin í gjárkvøldið. Samstundis var talan um ein dag, har føroysku dreingirnir ongantíð ordiliga komu upp á sítt besta støði.
Tá knappur hálvur tími var spældur, legði Artem Bondarenko gestirnar á odda, og bert fimm minuttir seinni økti Vladyslav Supryaha til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.Sama gongd helt fram í seinna hálvleiki, og við tveimum skjótum málum í ávíkavist 54. og 62. minutti, tryggjaði Ukraina sær ein tryggan sigur á Tórsvølli.
Føroyar U21 - Ukraina U21 0-4 (0-2)
28’ Artem Bondarenko 0-1
33’ Vladyslav Suprayha 0-2
54’ Kostiantyn Vivcharenko 0-3
62’ Georigiy Sudakov 0-4
Vónbrotið sást væl á føroyska liðnum eftir dystin, og venjarin dylir ikki fyri, at avrikið í kvøld kundi verið betri.
– Hetta var undir miðal í mun til, hvat vit vita at vit kunnu, og sum vit hava avrikað í øðrum dystum, sigur Sámal Erik Hentze, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá FSF.
Myndir: Sverri Egholm
U21 landsliðið hevur nú bert ein dyst eftir í hesari undankappingini, og hann verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík týskvøldið 7. juni, tá Serbia kemur á vitjan.
Fótbóltssamband Føroya
Fleiri myndir kunnu síggjast her og her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald