Føroyar eru í løtuni á veg móti ógvuliga týdningarmiklum sigri í EM-undankappingini. Nú fyrri hálvleikur í Høllini á Hálsi er av, er støðan 17-12
Til tíðir hevur tað sæð leikandi lætt út at komið til skotmøguleikar, og tað er millum annað vegna dygdirnar hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún. Samanlagt hava teir skorað níggju av teimum 17 málunum og hava eisini lagt upp til hvønn annan og hinar fleiri ferðir.
Óli Mittún hevur ikki aldur til at millum annað fáa koyrikort ella at velja, men hann dusar sær kortini í A-landsliðshøpi (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Ein flúgvandi Teis Horn Rasmussen (Mynd: Sverri Egholm)
Kvika spælið mitt fyri - har Tróndur Mikkelsen eisini hevur havt ein stóran leiklut - hevur givið ukrainum høvuðbrýggj, vengurnir hava eisini verið tryggir, tá bólturin er komin út, og so hevur føroyski verjuparturin so líðandi veruliga stemplað inn. Tað hevur verið trupult hjá Ukraina at komið til upplagdu skotini, og Pauli Jacobsen hevur eisini havt fleiri stórbjargingar.
Móti endanum, tá støðan var 14-9, tók Peter Bredstorff-Larsen leikbrá, og Føroyar fóru heldur óvæntað, og kanska heldur óneyðugt, til 7 ímóti 6 í álopinum. Hetta eydnaðist ikki væl, Elias og Óli brendu eitt sindur seinastu løtuna eisini, men munurin kom uppaftur á fimm við góðum verjuspæli.
Áskoðarnir - og Pauli Jacobsen - eru av álvara við (Mynd: Sverri Egholm)
Samanlagt sær heilt gott út, okkara hava verið á odda so at siga allan vegin, men føroyska liðið skal gera arbeiði liðugt.
Meira eftir dystin
EM-undankappingarbólkur 4 - 5. og næstseinasta umfar
Høllini á Hálsi 26. apríl
Føroyar - Ukraina (17-12)
Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 mál
Óli Mittún 4 mál
Teis Horn Rasmussen 2 mál
Leivur Mortensen 2 mál
Hákun West av Teigum 2 mál
Tróndur Mikkelsen 2 mál
Bjargingar: Pauli Jacobsen 6/18 (33,3 prosent)
Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 7-5
15 min: 10-7
20 min: 12-8
25 min: 14-11
Útvísingar:
Ukraina: 3
Føroyar: 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald