Hondbóltur

Ukrainar eru ikki ræðandi

Støðan í hálvleikinum er 15-13.

Kjartan Johansen, sum dagliga spælir í Noregi, hevur spælt ein góðan fyrra hálvleik (Skíggjamynd)

Kjartan Johansen, sum dagliga spælir í Noregi, hevur spælt ein góðan fyrra hálvleik (Skíggjamynd)

2021-03-10 16:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska manslandsliðið í hondbólti er væl við í krevjandi útidystinum í Palace of Sport í ukreinska høvuðsstaðnum, Kiev.

Pólsku dómararnir hava júst bríkslað til hálvleiks, og heimaliðið er frammanfyri 15-13.

Men Ukraina hevur ikki víst ræðandi spæl. Dysturin hevur verið rættiliga javnur, og høvdu føroyingarnir verið meira neyvir, serliga í byrjanini av dystinum, so kundi støðan tað sama verið javnleikur.

Málini í fyrra hálvleiki eru skorað av Peter Krogh og Jónas Djurhuus 3, Helgi Hoydal og Kjartan Johansen hava skorað tvey og Allan Norðberg, Vilhelm Poulsen og Filip Jojic hava skorað hvør sítt.

Filip Jojic spælir sín fyrsta skrásetta A-landsdyst eftir at hann fekk danskan ríkisborgararætt.

Hann kom inn av beinkinum í 5. minutti at taka eitt brotskast, men hann fekk ikki mál.

Kringvarp Føroya sendir dystin í sjónvarpinum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder