Síðsti dysturin í 21. umfari í Premier League, sum ikki varð útsettur orsakað av koronu, varð leiktur á Old Trafford í kvøld.
Wolverhampton Wanderers hevði undan dystinum í kvøld ikki vunnið á Old Trafford í beint undir 42 ár, men nú er hetta broytt. Útiliðið, sum ikki hevði spælt í tvær vikur, legði nógv betri út, og var nær við at leggja seg á odda í fyrra hálvleiki, sum tó endaði málleysur.
United tók sær eitt sindur meira um reiggj í seinna hálveiki, og innskifti Bruno Fernandes rakti yvirleggjaran, men heimaliðið hevði væl færri málmøgulikar enn Wolves í dystinum, har útiliðið sá meira vælskipað út, flutti bóltin betri, og eftir 81 minuttir legði Joao Moutinho teir appelsinlittu á odda við góðum landskoti.
Tað endaði 0-1, og harvið hevur Ralf Rangnick nú tapt sín fyrsta dyst sum Manchster United. Liðið var ósigrað í fimm dystir undir týska fyribils venjaranum, men høvdu javna tveir sum favorittur og samlaða myndin hevur sum so ikki verið vakrari enn tann undir seinastu tíðini undir Solskjær. United er á sjeynda plássið - fimm stig frá fjórða plássinum. Tað mest jaliga hjá teimum reyðu í kvøld var avrikið hjá verjuleikaranum Phil Jones, sum avloysti skadda Maguire, og í sínum fyrsta dysti í næstan tvey ár kom væl frá uppgávuni.
Premier League 21. umfar
Í kvøld - 03.01
Manchester United - Wolves 0-1 (0-0)
82' Joao Moutinho 0-1
Í gjár - sunnudagur 02.01
Chelsea - Liverpool 2-2
9' Sadio Mané 0-1
26' Mohammed Salah 0-2
42' Mateo Kovacic 1-2
45' Christian Pulisic 2-2
Les eisini: City stendur eftir sum stóri vinnarin eftir dystin á Stamford Bridge
Brentford - Aston Villa 2-1 (1-1)
Leeds - Burnley 3-1 (1-0)
Everton - Brighton 2-3 (0-2)
Leygardagin 01.01
Arsenal - Manchester City 1-2 (1-0)
31' Bukayo Saka 1-0
57' Riyad Mahrez 1-1
90 (+3) Rodri 1-2
59' Gabriel (Arsenal) útvístur eftir seinna gula
Les eisini: Manchester City stjól sigurin í yvirtíðini dramatiskum dysti
Watford - Tottenham 0-1 (0-0)
Crystal Palace - West Ham 2-3 (0-3)
Útsettir vegna korona:
Leicester - Norwich
Southampton - Newcastle
Støðan í Premier League sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald