Fótbóltur

Umfarið byrjar við stórdysti seinnapartin

André Olsen og HB skulu royna at halda góðu gongdini, tá Víkingur vitjar í Gundadali klokkan 15. Føroyameistararnir skulu hinvegin royna at vinna sín fyrsta topp-fimm dyst í landskappingini í ár.

André Olsen og Jens Martin Knudsen - í dag er fjórði dysturin hjá nýggja venjaratoyminum á skránni. Higartil er úrttøkan sjey stig í trimum dystum móti ovaru liðunum (Mynd: Sverri Egholm)

André Olsen og Jens Martin Knudsen - í dag er fjórði dysturin hjá nýggja venjaratoyminum á skránni. Higartil er úrttøkan sjey stig í trimum dystum móti ovaru liðunum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-29 09:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani André Olsen og restina av føroyska venjaratoyminum tóku yvir, hevur tað gingist væl.

Sí eisini: André: Her er fult av lívi í felagnum

Tann fyrsti av teimum trimum stórdystunum var í Sarpugerði fyri tjúgu døgum síðani. Har vann HB 1-0 við málið frá Sammy Skytte, sum hevur skorað í øllum dystunum síðani venjaraskifti.

[object Object]Sammy Skytte skoraði útjavnandi málið hjá HB móti oddaliðnum KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Síðani hevur talan verið um javnleik móti KÍ og sigur í Runavík - í dag stendur ein annar toftamaður á síðulinjuni.

Jóhan Petur Poulsen og Víkingur hava nú fingið betur tak á í dystum móti lægru liðunum. Føroyameistararnir fara nú eftir fyrsta sigrinum í topp-fimm dysti í ár.

Liðið hevur verið hart rakt av skaðu í verjupartinum, har tað í summum dystum bert hevur verið ein av teimum, sum spældi mest í fjør - og onkutíð eingin - ið hevur verið við.

Móti FC Suðuroy seinast spældu vóru Atli Gregersen og Arnbjørn Svensson aftur í miðverjuni. Spennandi verður, tá Víkingur og HB nú aftur bresta saman.

[object Object]

[object Object]
 Til ber at fylgja gongdini í fyrsta dystinum í 12. umfari ovast á Portalinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder