Fótbóltur

André: Her er fult av lívi í felagnum

34-ára gamli venjarin segði beinanvegin ja, tá tað stóð honum í boði at taka yvir. HB-rásin hevur tosað við toftamannin, sum hevur fingið frálíka byrjan í heita sessinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-05-27 19:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir og sjey stig. Tað er sum so ein góð úrttøka, og hon er serliga góð, tá dystirnar hava verið á útivølli móti føroyameistarunum, móti heimaliðnum og so á útivølli móti NSÍ.

Í seinasta dystinum hjá Adolfo Sormani vann NSÍ 7-1 á HB í Gundadali. Hetta var fyrr í mai - sunnudagin vunnu André Olsen 4-1 á NSÍ við Løkin.

[object Object]
Høvuðsvenjarin fegnast saman við einum av málskjúttunum í Runavík, Bartali Páll Klein (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]André, saman við málmansvenjaranum Jens Martini Knudsen, undir dystinum móti KÍ Dýra Biðidag. HB er einasta liðið, sum hevur tikið stig frá KÍ í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Tað hevur sæð gott út hjá HB undir nýggja venjaratoyminum. Hamskift kann nýtast til at lýsa tað. André Olsen staðfestir í samrøðuni við rásina hjá HB, at virðing er fyri arbeiðnum, sum varð gjørt undir gamla toyminum, men at man ger tingini heldur øðrvísi nú.

Sum venjara lýsir hann seg sum "nokso fevnandi", "øðiliga struktureraður (skipaður)" og "krevjandi". Pápin, Jógvan Martin Olsen, hevur ógvuliga drúgvar royndir sum venjari, og André sparrar nógv við hann, umframt at 34-ára gamli toftamaðurin hevur lært nógv av venjarum, ið hann hevur verið hjálparvenjari hjá..

HB liggur í løtuni á 3. plássi. Tað snýr seg allatíðina um næsta dyst, staðfestir nýggi venjarin, men har eru greiðir tankar um, hvussu HB-liðið skal síggja út restina av árinum.

Sí eisini: Andre Olsen í HB restina av árinum

Sí videosamrøðuna ovast ella HER. Rói Sørensen og Høgni Berg hava staðið fyri samrøðuni fyri HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder