Fótbóltur

Umleið seks tímar við fótbólti í Týsklandi

Tríggir EM-dystir á skránni í dag, eins og tað verður allarflestu dagarnar næstu vikuna. Evropameistararnir skulu í gongd í kvøld, og stórdystur millum Spania og Kroatia verður klokkan 17.

Bonucci og Donnarumma fegnast við steypinum og áskoðarunum á Wembley í juli 2021. Italia verjir sítt heitið í Týsklandi - tað er tó uttan millum annað Bonucci (Mynd: EPA)

Bonucci og Donnarumma fegnast við steypinum og áskoðarunum á Wembley í juli 2021. Italia verjir sítt heitið í Týsklandi - tað er tó uttan millum annað Bonucci (Mynd: EPA)

2024-06-15 10:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsku vertirnir løgdu hart út í gjárkvøldið, tá Skotland fekk ein sekk í München. Skotar hava fingið nógvar atfinningar fyri avrikið, hóast liðið hjá Steve Clarke spældi í undirtali allan 2. hálvleik. Einki skot kom á týska málið - týskarar gjørdu tó sjálvmál. Annars bar týska avrikið, sum serliga Toni Kroos stjórnaði. boð um, at Julian Nagelsmann og hansara menn hava nakað at prógva á heimavølli, og at teir hava nógvar dygdir.

Les eisini: Toni og Týskland løgdu bragdliga fyri

Fótbóltsfepurin er vaksandi í stóra landinum, sum er annað av tí mest vinnandi í EM-søguni. Hitt er Spania, hvørs triða og seinasta gullheiðursmerki liggur tólv ár afturi í tíð. Eitt øðrvísi spanskt lið er nú, har talið av veruligum stjørnuspælarum ikki er líka stórt. Tó eru vónirnar um La Roja ikki heilt lágar. Í kvøld spælir Spania stórdyst móti Kroatia.

Lutfalsliga lítla landið av Balkan hevur verið millum fýra tey bestu til tvey tey seinastu HM-endaspølini. Tað er endað við silvuri og bronsu, ið er ómetaliga flott av landinum við beint undir fýra milliónum íbúgvum.

[object Object]
Lágvaksni Luka Modric úr Real Madrid hevur verið ímyindin av stóra framburðinum hjá Kroatia undir Zlakto Dalic. Nú skal liðið royna at fáa nógv burturúr í EM (Mynd: EPA)

[object Object]DDramatiskt og málríkt tá liðini hittust í danska høvuðsstaðnum í seinasta EM-endaspælinum (Mynd: EPA)

Kroatia byrjaði veruliga at luttaka í altjóða fótbólti sjálvstøðugt í 1990 og eigur trý HM-heiðursmerki. Nú vilja Luka Modric og hinir eisini koma heilt langt í EM -  i 2021 sendi júst Spania Kroatia út í undirhaldandi áttandapartsfinalu í Parkini. Dysturin endaði 5-3 eftir longda leiktíð.

Spania tapti hálvfinaluna fyri Italia eftir brotsspørk, og "Gli Azzuri" endaði fyri aðru ferð í søguni við EM-steypinum. Tað eydnaðist tó ikki at spæla seg til HM-endaspælið árið eftir, og Roberto Mancini er avloystur.

Luciano Spaletti vantar álopskendar profilar at ráða yvir, og verjukempurnar Chiellini og Bonucci eru ikki longur har. Italia er tó stórur favorittur móti Albania í kvøld. Albanar, sum hava nógv bond til júst Italia, vunnu undankappingarbólkin. har Føroyar vóru við. Í seinasta umfari í fjør spældu Føroyar og Albania 0-0 í Tirana.

[object Object]Albanar høvdu eitt gott 2023 - í november spældu Føroyar ein góðan dyst móti teimum í Tirana (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í dag byrjar tað trimum dystum um dagin í Týsklandi. Soleiðis verður sjey útav teimum næstu átta døgunum. Hetta er framúr fyri ein fótbóltselskara. Lagt verður út klokkan 14 á hesum døgum - nú eru tað Ungarn og Sveis, sum skulu stríðast um stig í bólki A.

Lagt er upp til ein tættan dyst á fyrst - Ungarn spældi javnt móti Fraklandi og Týsklandi undir síðsta endaspælið og var nær við at koma víðari. Sveis sló Frakland út og endaði við tapi í brotssparkskapping í fjórðingsfinaluni fyri Spania.

EM 2024
Bólkur A:
Í dag, leygardagin 15.06
14.00: Ungarn - Sveis

Í gjár, fríggjadagin 14.06
Týskland - Skotland 5-1 (3-0)
10' Florian Wirtz (Joshua Kimmich) 1-0
19' Jamal Musiala (Kai Havertz) 2-0
45 (+1)' Kai Havertz, br. 3-0
68' Niklas Fullkrüg 4-0
87' Sjálvmál 4-1
90 (+3)' Emre Can (Thomas Müller) 5-1

Reytt kort: Ryan Porteus, Skotland (44')

Les eisini: Toni og Týskland løgdu bragdliga fyri

Bólkur B:
Leygardagin 15.06
17.00: Spania - Kroatia
20.00: Italia - Albania



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder