
Umsitingin hjá Hondbóltssambandinum kemur at húsast í nýggju stórhøllini við Tjarnir, og fyrradagin var leigusáttmálin undirskrivaður.
Regin W. Dalsgaard, stjóri við Tjarnir, Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í Hondbóltssambandinum og Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum, hittust við Tjarnir, har leigusáttmálin var undirskrivaður, skrivar Hondbóltssambandið.
– Nógvir smálutir eru at fáa greiði á í einum tílíkum sáttmála, men fegnast báðir partar, at nú er komið á mál. Umsitingin hjá Hondbóltssambandinum kemur at húsast við Tjarnir og koma flestu stóru tiltøkini hjá HSF at vera við Tjarnir, herundir steypafinalur og landsdystir.
Fyrstu tiltøkini hjá HSF verða steypafinalurnar 21. – 23. februar og síðani EM-endankappingardysturin hjá monnummikudagin 12. mars millum Føroyar og Niðurlond.
Stórhølin við Tjarnir letur upp fyri almenninginum í dag. Møguleiki verður at vitja millum klokkan 11 og 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald