Fótbóltur

Unai Emery til Aston Villa

Fyrrverandi spanski venjarin í Arsenal tekur nú yvir eftir Steven Gerrard.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-10-25 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enska Premier League felagið Aston Villa hevur nú funnið avloysaran fyri Steven Gerrard, ið fekk sekkin sum venjari fyrr í mánaðinum.

Tað verður spanski Unai Emery, sum verður nýggjur venjari, ella manager.

Unai Emery kemur úr spanska Villareal, sum hann tryggjaði Europa League sigurin við at vinna á Manchester United í 2021. Seinasta kappingarár spældi Villareal seg fram til hálvfinalurnar í Champions League.

Unai Emery hevur roynt seg í Premier League fyrr – tað var í 2018 og 2019, tá hann kom til Arsenal, sum avloysari fyri Arsene Wenger. Men tað gjørdist ikki ein væleydnað roynd, hóast Arsenal spældi seg í Europa League finaluna. Hinvegin hevði Emery frammanundan fingið góð úrslit við bæði spanska Sevilla og franska Paris Saint Germain. Við Sevilla vann Emery Europa League steypið tríggjar ferðir áðrenn hann flutti tið Fraklands, har hann vann tvær steypakappingar og tvey meistaraheiti við PSG.

Unai Emery tekur við sum venjari í Aston Villa 1. november.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder