
- Tað er eingin ivi um, at talan er um eina sera spennandi finalu. Venjingarnar hesa vikuna hava gingið sera væl, og vit merkja eisini nógvan stuðul frá áskoðarum.
Hetta sigur róðurskvinnan á Havnarbátinum, Linda R. Guttesen, tá Portalurin spyr, hvussu tað merkist, at ólavsøkuróðurin av álvara nærkast. Tað er eisini stórur spenningur kring Klaksvíking og í róðrarumhvørvinum sum heild, staðfestir Brandur Kjølbro, bátsformaður á Klaksvíkinginum.
- Tað er sjálvdan, at so stórur áhugi er um ein einstakan róður. Tað er langtsíðani FM-heitið hjá 10-mannaførum er avgjørt í einum róðri á Ólavsøku. Og tað at tað er Klaksvíkingur ímóti Havnabátinum, ger alt størri.
Klaksvíkingur hevur sitið á tí í 10-mannaførunum seinastu árini, men í ár hevur avbjóðingin verið stór (Mynd: Jens Kr. Vang)
Púra javnt - Klaksvíkingur skal rógva skjótari
Tað stendur á jøvnum í stigum, 39-39, eftir seks av teimum sjey róðrunum hjá 10-mannaførunum.
Ikki óvæntað vilja ávikavist bátsformaður á Klaksvíkingi og róðurskvinna hjá Havnarbátinum ikki avdúka ov nógv um sínar ætlanir undan finaluni ólavsøkuaftan:
Brandur: - Vit fara ikki at gera stórar broytingar til róðurin á Ólavsøku. Vit róðu ov seint á Vestanstevnu og mugu nú bara gera tingini betri. Tað snýr seg um smáar justeringar.
Linda: -Vit gera sum vant og trúgva uppá okkara róður. Tað krevur fult fokus bæði mentalt og kroppsliga, og tað er umráðandi, er at øll manningin stendur saman sum eitt lið.
Havnarbáturin gjøri hol í sjógvin longu á Norðoyastevnu, tá tað eydnaðist at koppa Klaksvíkingi - og Norðingi (Mynd: Jens Kr. Vang)
Kappingin gevur nógv - vónandi fleiri manningar
Sum víst á omanfyri er tað óvanligt, at tað er so tætt í FM-stríðnum hjá 10-mannaførunum. Ikki síðani 2015, tá Klaksvíkingur og Drekin Reyði av Argjum stríddust til seinastu tøkini, hevur tað verið ein verulig finala á ólavsøku hjá størstu bátunum.
Sí eisini: Gysarin hjá 10-mannaførunum fyri tíggju árum síðani
Hóast tað er nógv uppá spæl, fegnast tey í Klaksvík og í Havn um kappingina. Tað gevur nakað ítøkiligt, og vónandi leiðir økti áhugin og spenningurin til meira.
- Kappingin gevur heilt vist okkum blóð uppá tonnina. Tað er spenningur sum vil nakað. Vit seta okkum allatíðina nýggj mál; at blíva enn betri til hvørja stevnu. Tað er altíð stuttligast við kapping og tað gevur eisini kappróðrinum enn størri áhuga, at spenningur aftur er komin í 10 mannafarsróðurin. Vónandi er kappingin og spenningurin við til at fáa enn fleiri 10 mannafør at luttaka komandi kappróðrarár, sigur Linda Guttesen
- Hetta gevur okkum heilt sikkurt eina grund til at optimera allar smálutir. Tað at kappingin er so tøtt ger, at báðir bátar blíva betri. Eingin kann slaka ein tumma, tí so verður man straffaður beinanvegin. Vónandi gevur hendan kappingin øðrum hug at royna seg eisini. Tað hevði verði gott at fingið manna onnur 10-mannafør runt um landi til at bjóða av og verði við í hesari kappingini, staðfestir Brandur Kjølbro.
Í ár hava tríggir bátar róð hjá 10-mannaførunum. Havnarbáturin er komin afturat Norðingi og Klaksvíkingi og hevur higartil bjóðað verandi føroyameistarunum væl av.
Stóri endabresturin stendur at vera klokkan 17.50 ólavsøkuaftan, mánadagin 28. juli.
Mynd: rsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald