Kappróður

Video: Gysarin hjá 10-mannaførunum fyri tíggju árum síðani

Klaksvíkingur og Drekin Reyði vóru í 2015 í hørðum FM-stríði, sum varð avgjørt í seinastu tøkunum á ólavsøku. Mánadagin, ólavsøkuaftan, verður tað Klaksvíkin ímóti Havnini í einari reinari finalu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-07-27 12:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er stórur spenningur undan metstóra róðrinum á ólavsøku mánadagin - serliga um seinasta róðurin: 10-mannaførini hjá monnum.

Klaksvíkingur og Havnarbáturin eru púra javnur í stigum eftir tríggjar sigrar hvør í summar. Harvið verður tað báturin, sum endar frammanfyri í morgin, ið tryggjar sær FM-heitið.

[object Object]Mynd: rsf.fo

Tað er ikki so ofta, at hetta hendir í størstu bátastøddini. Viðmerkjararnir í Kringvarpinum tosaði á Vestanstevnu um tvídystin millum Klaksvíking og Eysturoying í 2006. Tá avgjørdu klaksvíkingar 10-mannaførini á ólavsøku.

Tað gjørdu teir eisini í 2015. Fyri tíggju árum vóru fleiri bátar í 10-mannaførum enn nú - tvífalt so nógv á ólavsøku (Seks tá og tríggir nú)

Stríðið um samanlagda sigurin í 2015 stóð tó millum tveir bátar: Klaksvíking og Reyða Drekan. Báturin av Argjum bjóðaði av álvara Klaksvíkingi av, og finalan millum teir á ólavsøku gjørdist ein sannur gysari. 

Tað endaði tó við, at hvíti báturin hevði stavnin frammanfyri eftir teir smáar 1.000 metrarnar, og so fór FM-heitið norðureftir.

Til ber at síggja spennandi róðurin frá 2015 ovast ella her  

Lagt er annars eisini upp til stóran FM-spenning hjá 5-mannafør dreingjum (17-18 ár), har Fípan Fagra úr Klaksvík og Royndin Fríða úr Vági stríðast um FM. Eitt stig skilur bátarnar undan seinasta róðurin.

Sí startrøðina til róðurin í morgin her

10-mannaførini rógva seinast - eftir ætlan klokkan 17.50.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder