Kappróður

Heili 125 bátsmenningar hava meldað til ólavsøkuróðurin

Harvið bendir alt á, at róðurin mánadagin fer at seta metið. Sí startrøðina her.

Stórur spenningur um ólavsøkuróðurin og stórur áhugi fyri at rógva hann (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Stórur spenningur um ólavsøkuróðurin og stórur áhugi fyri at rógva hann (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-25 13:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er stórur spenningur undan ársins seinasta róðri - serliga um 10-mannaførini har tað verður ein rein finala millum Havnarbátin og Klaksvíking.

Sí eisini: Havnarbáturin vann við einari bátslongd og javnaði til 3-3

114 bátsmanningar hava verið til tvær tær seinastu stevnurnar, á Fjarðastevnu og á Vestanstevnu, og tað er met.

Hetta metið verður eftir øllum tikið til ólavsøkuróðurin, sum byrjar mánadagin 28. juli klokkan 13.30 við barnaróðri

125 bátsmanningar hava boðað frá luttøku. Hetta vísir yvirlitið á rsf.fo. 

Millum hesar eru 6-mannafør masters, 10-mannafør masters og eisini tvey gomul 6-mannafør (Greivin og Falkur)

Sí startrøðina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder