2025-07-19 20:04

Havnarbáturin vann seinnapartin 10-mannafarsróðurin á Vestanstevnu í Sørvági.
Satt at siga gjørdist tað til ein tryggan sigur hjá Havnarbátinum sum vann við næstan einari bátslongd.
(Skíggjamynd: Kvf.fo)
Sostatt er FM-finala á ólavsøku, tí Havnarbáturin og Klaksvíkingur eru javnir í stigum. Manningarnar hava vunnið tríggjar róðrar í part og hava 39 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald