
Fótbóltsfelagið Undrið skrivaði í gjárkvøldið m.a soleiðis á sínari Facebook-síðu:
- Eftir at hava spælt 12 ár í Gundadali, hevur nevndin valt at okkara komandi heimadystir skulu spælast á Hoyvíksvøllinum. Umstøðurnar eru ikki so góðar í Gundadali, sum tær hava verið, nú Niðari Vøllur ikki er tøkur at spæla á meira, og bæði HB og B36 hava fleiri lið enn nakrantíð.
Fremsta liðið hjá Undrinum er í 2. deild og kappaðist í fjør við B36 og EB/Streym um uppflyting. Undrið endaði á 3. plássi.
Felagið skrivaði eisini, at venjarar og leikarar eru samdir um hesa avgerðina, og at nevndin metir, at flytingin til Hoyvíkar gevur góðan møguleika fyri at mennast sum felag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald