Fótbóltur

Ungdómsfótbóltur á breddan

Triðja árið á rað skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt.

Mynd: Hans Erik Danielsen

Mynd: Hans Erik Danielsen

2019-02-01 12:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrsta vikuskiftið í mars, fríggjadagin og leygardagin, 1. og 2. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Hetta er triðja árið, at hendan ráðstevna er á skránni. Málbólkurin eru allir barna- og ungomsvenjarar, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta kravið er áhugi fyri barna- og ungdómsvenjing.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvi at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðnum við barna- og ungdómsvenjingum.

Fótbóltssambandið skrivar, at ráðstevnan fær útlendska vitjan. Tað verður Antoni Ordinas, sum er akademistjóri í Lillestrøm, ið kemur at luttaka við fyrilestrum og praktiskum venjingum.

Les meir her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder