Annað

Ungdómslandsliðið í borðtennis úttikið

Skulu royna seg í Lettlandi.

Tórur Eið Eliasen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Tórur Eið Eliasen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-01-14 23:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í døgunum 15.-17. februar fer føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis at luttaka í Riga City Council's Youth Cup í Lettlandi. Luttakandi lond har eru eitt nú Lettland, Litava, Hvítarussland, Estland og Ísland.

Sjey spælarar úr feløgunum Tór í Havn og TBF á Tvøroyri eru úttiknir. Venjarar á hesum túrinum verða Pætur Albinus og Hallur Thorsteinsson, meðan Andras Nolsøe verður við sum ferðaleiðari.

Hópurin:
Ári Fríðason Jensen (Tór)
Heri Lava Láadal (Tór)
Høgni Heinason (Tór)
Rói Seyer Hjaltason (Tór)
Tórur Eið Eliasen (Tór)
Anja Wongwai (TBF)
Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder