Vit hava sæð tað fleiri ferðir seinastu árini, at brúktir búnar hjá føroyskum fótbóltsfeløagum enda í heimlandinum hjá spælarum ella venjarum, sum hava sína dagliga gongd í Føroyum.
FC Suðuroy hevur Jimmy Abdul í hópinum. Dugnaligi ungi verjuspælarin hevur spælt við felagnum í Vági í eitt og eitt hálvt ár. Hann er úr Nigeria, og tá Jimmy fór heim til jólar, hevði hann nógv FC Suðuroy klæðir við sær, ið fleiri lið hjá felagnum hava nýtt.
FC Suðuroy skrivar, at hetta var til ungu leikararnar akademinum Jaman Football Academy, har hann hevur havt sína fótbóltsuppaling.
Mynd: FC Suðuroy
Fótbóltsskúlin er í Abuja, sum er høvuðsstaðurin í fólkaríka Nigeria.
Í 2024 skulu Jimmy Abdul og liðfelagirnir í FC Suðuroy spæla í 1. deild. Liðið flutti sannførandi upp í næstbestu deildina í fjør.
Fótbóltur
Ungdómslið í Nigeria fer at spæla í FC Suðuroy-búnum
Tá Jimmy Abdul fór úr Vági í samband við jólaferiu, hevði hann FC Suðuroy klæðir við til ungu spælararnar á gamla akademinum hjá sær.
2024-01-05 10:03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald