Víkingur hevur sett nógvar spælarar til seinastu árini, og nú eru sáttmálar gjørdir við tveir nýggjar spírar, sum longu hava nýtt nógva tíð í Sarpugerði.
Felagið boðaði í gjárkvøldið frá, at Ingi Arngrímsson og Árni Nóa Atlason hava gjørt tvey ára sáttmálar við Víking.
Báðir eru føddir í 2006, og Ingi fyllur ikki 17 ár fyrrenn um tríggjar vikur. Hann er úr Syðrugøtu og Árni, ið gjørdist 17 miðskeiðis í januar, er úr Norðragøtu. Báðir spældu í U17-deildini í fjør, men eisini nógv í 1. deild. Ingi og Árni eru skrásettir fyri 17 dystir hvør í næstbestu deildini á Faroesoccer.
Víkingarnir vóru tríggjar túrar við U17-landsliðnum í fjør, har Ingi Arngrímsson var liðformaður í nørkum dystum. Hann er høgur og sterkur miðverji, sum eisini kann spæla á sentrala miðvøllinum, og lesur hann spælið væl.
Árni Nóa Atlason er orkuríkur og klókur sentralur miðvallur. Árni fekk sín fyrsta dyst í Betrideildini í august, tá hann kom inn á Skála. Tá fekk hann møguleikan at spæla saman við pápa sínum, sum er 23 ár eldri, í dysti í fremstu røð í Føroyum. Atli Gregersen er framvegis liðformaður hjá Víkingi, og harvið fáa Alti og Árni møguliga fleiri minuttir saman í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald