Við 43 prosentum av atkvøðum á Sona appini varð Sjúrður Henriksen úr AB valdur til besta spælara í MeistaraDeildini hjá monnum í mars mánað.
Hetta kunngjørdi Fótbóltssamband Føroya í gjár. Heiðurin fyri besta spælara í einum mánaða verður latin einum, sum fyrst er tilnevndur sum ein av trimum og síðani valdur í atkvøðugreiðslu, á Sona appini hjá Føroya Tele.
Fyrst eru tað miðlafólk og fótbóltsviðmerkjarar, ið atkvøðu millum allar spælararnar í MeistaraDeildini. Síðani kunnu fólk velja millum hesar.
Teir tríggir tilnevndu fyri fyrsta mánaðin í kappingini vóru Heini Vatnsdal úr B36, Petur Knudsen úr NSÍ, og Sjúrður Henriksen úr AB. FSF avdúkar, at tá talt varð saman, hevði Sjúrður Henriksen fingið góð 43 prosent av teimum næstan 900 atkvøðunum á Sona.
18-ára gamli argjamaðurin hevði trý upplegg í tveimum teimum fyrstu dystunum hjá AB hetta kappingarárið: Í sigrum á B68 og EB/Streymi. Sjúrður Henriksen fekk handað flotta heiðurin undan dystinum hjá AB móti 07 Vestur 2. páskadag
- Tað var pápi Sjúrð, Rói Henriksen, saman við Sjúrði Olsen, stjóra í Bygma Balslev, og Hera á Rógvi, starvsnevndarlimi í FSF, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaðu Sjúrði Henriksen eitt gávubræv uppá 1.000 krónur frá Atlantic Airways, og eina heiðursplátu, ið er latin av FSF.
![]()
Heri á Rógvi úr FSF, Sjúrður Olsen (Bygma - deildarstuðul), Sjúrður Henriksen og Rói Henriksen, pápi Sjúrð (Mynd: FSF/Finnur Justinussen)
Sjúrður Henriksen og hinir hjá AB hátíðarhildu hetta við manér. Liðið hjá Øssuri Hansen vann 2-0 á 07 Vestur, og var tað besti spælarin í mars, sum skoraði seinna málið hjá uppflytarunum.
Hetta var, tá ungi miðvallarin/vongbakkurin var árvakin og kyniskur í 07 Vestur-brotsteignum tíðliga í 2. hálvleiki. 2-0 og trý stig afturat til AB, sum er á 2. plássi.
Les eisini: AB blandar seg av álvara í oddin
- Vit skulu bara halda á við at spæla okkara spæl. Eg hevði ikki væntað at fáa hendan heiðurin, men hann eri eg sjálvandi sera glaður fyri, staðfesti Sjúrður Henriksen í samrøðu við FM1 í gjár.
Hoyr alla samrøðuna her: Besti leikarin í mars fegnast um góðu gongdina hjá AB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald