Hondbóltur

AB blandar seg av álvara í oddin - KÍ aftur á sigurskós

Fyri triðju ferð í ár vnan AB uttan at lata mál inn, og fara uppflytararnir at enda umfarið í topp-trý. Patrik Johannesen skoraði einasta málið, tá KÍ og Víkingur spældu.

Sjúrður Henriksen heiðraður sum besti spælari í deildini í mars - stutt seinni skoraði hann fyri AB (Mynd: Argja Bóltfelag)

Sjúrður Henriksen heiðraður sum besti spælari í deildini í mars - stutt seinni skoraði hann fyri AB (Mynd: Argja Bóltfelag)

2026-04-06 17:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í 4. umfari í Meistaradeildini hjá monnum byrjaðu klokkan 15. Báðir endaðu við heimasigri.

At AB er komið væl upp í fremstu deildina aftur, vórðu tvær strikur settar undir á Argjum. 07 Veestur vitjaði og varð sent heim við 2-0 tapi. Ragnar Skála skoraði til 1-0 um miðjan 1. hálvleik, og í 54. minutti økti Sjúrður Henriksen: Besti spælari í deildini í mars var árvakin, tá bólturin stakk leystur í brotsteignum.

2-0 varð eisini endaliga úrslitið: Ein væluppiborin sigur hjá AB, sum fyri triðju ferð í ár hevur vunnið - uttan at lata mál inn.

Liðið hjá Øssuri Hansen blandar seg í løtuni í oddastríðið og fer sum tað minsta at liggja á 3. plássi, tá hetta umfarið er liðugt. 

KÍ er í løtuni á 3. plássi, men HB ella B36 fer at yvirhála føroyameistararnir. Eftir tveir javnleikir á rað, megnaði KÍ í dag at fáa trý stig í hús.

Víkingur hevði sínar støður fyri steðgin, men tað var Patrik Johannesen, sum skoraði einasta málið á degnum. Hetta var eftir gott KÍ-spæl í høgru: Jóannes Kalsø Danielsen til Árna Frederiksberg, víðari til Patrik. Bárður á Reynatrøð brudi helst bjargað skotinum, men 1-0 varð tað og týðandi sigur hjá KÍ.

[object Object]
Patrik Johannesen skoraði sigursmálið í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Nú spæla Skála og EB/Streymur týðandi botndyst á Skála, og klokkan 18 bresta grannarnir í Gundadali saman.

Beinleiðis frásøgn frá HB-B36 á FM1 - fylgi annars gongdini í dystunum ovast á Portalinum.

Skráin fyri dystirnar í 4. umfari í dag:
Mánadagin 6. apríl (2. Páskadag)

15.00: 
KÍ - Víkingur 1-0 (1-0)


AB - 07 Vestur 2-0 (1-0)

17.15: Skála - EB/Streymur

18.00: HB - B36 (FM1)

Leygardagin 4. apríl
B68 - NSÍ 1-2 (0-1)

Sí eisini: NSÍ er nú oddalíð í Meistaradeildini

Frá nakað eftir klokkan 19.30 - eftir seinasta bríksl í Gundadali - verður tikið samanum á FM1 við sendingini "3. hálvleikur"

Lurta eftir FM1 her

[object Object]



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder