Fótbóltur

Ungur dani skal skora mál fyri B36

20-ára gamli Zean Peetz Dalügge er leigaður úr Vendsyssel, og nýggi áleyparin lendir í morgin. Hann hevur nakað av royndum úr m.a. næstbestu donsku deildini.

Hann verður lýstur sum ein við góðum bóltførleika og er bæði kropssterkur og kvikur álopsspælari við stórum menningarmøguleikum. Dalügge hevur spælt í bestu íslendsku deildini eitt stutt skifti, og Lyngby keypti hann í 2021

Hann verður lýstur sum ein við góðum bóltførleika og er bæði kropssterkur og kvikur álopsspælari við stórum menningarmøguleikum. Dalügge hevur spælt í bestu íslendsku deildini eitt stutt skifti, og Lyngby keypti hann í 2021

2024-02-29 17:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í seinastu viku gjørdi Dan Brimsvík greitt, at B36 ynskti at knýta ein áleypara afturat hópinum.

Les eisini: B36 vil hava ein álopsspælara afturat í hópin

Hetta er nú komið í lag, og harvið tykist hópurin hjá B36 endaligur. Felagið boðaði fyri líltari løtu síðani frá, at leigusáttmálur er gjørdur við álopsspælaran Zean Peetz Dalügge og Vendsyssel. 

- Dalügge er 20 ár og flytur til B36 úr Vendsyssel. Hann hevur góðan bóltførleika og er bæði kropssterkur og kvikur álopsspælari við stórum menningarmøguleikum.

Hann hevur royndir úr næstbestu donsku deildini - millum annað fyri trimum árum síðan, tá hann sum bara 17 ára gamal spældi á besta liðnum hjá Esbjerg, sum tá var í næstbestu donsku deildini.

Samanlagt hevur nýggi áleyparin í Gundadali spælt 37 dystir og skorað fýra mál í 1. Division. Sambært Transfermarket hevur hann nógv mál í ungdómsfótbólti á høgum stigi.

Lyngby ognaði sær Zean Peetz Dalügge í 2021. Hann er skrásettur fyri fimm minuttir fyri felagið í Superliguni, men hann varð leigaður úr til íslendska Leiknir (bestu deildini) og HB Køge (næstbestu donsku deildini), áðrenn hann skrivaði undir sáttmála við Vendsyssel á sumri í fjør. Í heyst spældi hann níggju dystir fyri Vendsyssel.

Dalügge hevur millum annað verið í hópi saman við Peturi Knudsen. B36 skrivar, at hann kemur til Føroyar í morgin og verður við í hópinum, sum skal spæla venjingardyst leygardagin. Leiguavtalan er galdandi fyri kappingarárið 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder