- Teir støðast væl og hava skjótt vant seg við viðurskiftini her. Vit hava fyrst og fremst lagt okkum eftir at fáa svangar spælarar inn í hópin, sum vilja gera alt fyri, at vit røkka settum málum. Tað hevur eisini verið knívskorið, at vit hava valt teir spælararnar, sum vit halda rigga væl til okkara spælskipan. Somuleiðis hava vit fingið fleiri royndar spælarar inn í ein ungan hóp við millum øðrum Thomas Rømo Lillo og Jelle van der Heyden
Høvuðsvenjarin hjá B36 sigur seg vera sera væl nøgdan við tilgongdina, nú hann um vikuskiftið úttalar seg til síðu felagsins.
Í mun til í fjør, eru Mattias Lamhauge, Valerijs Sabala, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad og Taufee Skandari farnir úr felagnum, men fleiri eru komnir ígjøgnum hurðina: Bjarti V. Mørk, Marius Kryger Lindh, Gutti Dahl-Olsen, Thomas Rømo Lillo, Jelle van der Heyden og Vilmer J. Rönnberg hava nú fótbóltsbústað í B36. Helmingurin hevur royndir úr Betrideildini, meðan teir sum koma til Føroya á fyrsta sinni, eru allir sum so heintaðir av hægri hill
Sí eisini: Miðverjan hjá B36 er uppá pláss
- Hetta er ein sera spennandi hópur at arbeiða við, og ætlanin er at fáa ein álopsspælara afturat, staðfestir Dan Brimsvík.
Hetta er tað, sum viðmerkjarar hava snakkað um seinastu tíðina: Tað, sum sær út til at vanta í B36, er kanska tann veruligi "9'arin". Gutti Dahl-Olsen er komin úr EB/Streymi, og er 21-ára gamli U21-landsliðsspælarin eitt spennandi álopskent vápn. Gutti tykist tó ikki at vera ætlaður til at vera fast einsamallur fremsti maður hjá B36. Valerijs Sabala var ofta fremsti maðurin í fjør. Lettiski áleyparin skoraði 11 mál, men B36 vil hava uppaftur meira - samanlagt í spælinum eisini.
Valerijs Sabala var við at fáa fleiri stig í hús, men B36 hyggur aðrastaðni í vetur (Mynd: Sverri Egholm)
Ein blaðungur Gutti Dahl-Olsen í dysti móti B36. Hann skal taka tey røttu fetini fram í hvítum (Mynd: Sverri Egholm)
Dan Brimsvík fer undir sítt fjórða ár sum høvuðsvenjari hjá B36. Hann er nøgdur við fyrireikingarnar higartil, hóast veðrið sum vant hevur darvað nakað. Við síðuna hjá B36 sigur hann eisini, at spælskipanin verður ikki broytt stórvegis, men ávísir partar av spælinum vera øðrvísi - serliga tá B36 hevur bóltin.
Í mun til til aldurssamanseting og menning av ungum spælarum, sigur hann soleiðis:
- Ein avgerandi partur av strategiska arbeiðinum í B36 er at hava eitt sunt og sterkt venjingarumhvørvi í ungdómsdeildini, so vit fáa fleiri av egnum uppaldum spælarum á besta liðið. Tað gera vit best við einum sterkum venjaratoymi kring ungu spælararnar, og í vetur hava vit sett yrkisvenjarar at taka sær av hesum.
Mattias Hellisdal vann sær fast pláss á sentrala miðvøllinum hjá B36, sum kappingarárið leið. Hann spældi yvir 800 minuttir, sambært FaroeSoccer (Mynd: Sverri Egholm)
Andrass Johansen er vorðin ein veruliga profilur hjá barndómsfelagnum, og 22-ára gamli havnarmaðurin heldur fram, hóast áhuga úr Danmark. Í fjør fekk 17-ára gamli miðvallarin Mattias Hellisdal sítt gjøgnumbrot, og 19-ára gamli Emil Weihe Joensen spældi eisini rímiliga nógvar minuttir. Annars sæst ikki so nógv til heilt ungar B36'arar í Betrideildini - enn. Tað er ikki so einfalt, vísir Dan Brimsvík á, men ymiskt spennandi er á veg:
- Í hópinum eru fleiri unglingar við góðum evnum. Vit vita, at arbeiðið við spælaramenning gongur ikki í beinari tíðarrøð, og tað kann av tí sama vera torført at siga, nær einstaki spælarin er fullbúgvin og til reiðar at fáa sítt frambrot. Summir teirra hava longu fingið seg royndar, meðan aðrir skulu stríðast fyri sínum møguleika. Sum heild rokni eg við, at fleiri av teimum ungu spælarunum fara at vera sjónligir í ár.
Um tvær vikur rullar bólturin aftur í bestu mansdeildini. Nú leggja Dan Brimsvík og hinir venjararnir smálutirnar í drúgva fyrireikingararbeiðinum til rættis. Júst B36 spælir fyrsta landskappingardystin ímóti B68 á Svangaskarði, sunnuddagin tann 10. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald