Fótbóltur

United er komið uppá 4. plássið

Fraklendingarnir skoraðu fyri Manchester United, tá liðið hjá Solskjær vann trygt í London.

Pogba gjørdist tvífaldur málskjútti fyri United í dag
(Mynd: EPA)

Pogba gjørdist tvífaldur málskjútti fyri United í dag (Mynd: EPA)

2019-02-09 14:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin í 26.umfarið, og tann fyrsti av dagsins dystum í Premier League, varð leiktur á Craven Cottage í London. Har helt United fram við góðu gongdini við 3-0 sigri á Fulham.

Heimaliðið byrjaði annars væl, og hevði góðar møguleikar at leggja seg á odda fyrstu fimm minuttirnar. Men eftir at Paul Pogba smekkaði bóltin inn úr spískum í 14.minutti, var sum so eingin ivi um hvør fór at vinna dystin. Fulham-verjan var, sum so ofta fyrr í ár, skinklandi og hett gjørdi United sær dalt av. Í 23. minuttir vann útiliðið bóltin mitt á egnari hálvu, Anthony Martial fekk bóltin í vinstru síðu og tók harfrá sakina í egnar hendur. 

Í 2. hálvleiki var tað "cruise control" hjá monnunum hjá Solskjær. Miðskeiðis í hálvleikinum økti Pogba við brotssparkið, eftir at Mata klossut varð koyrdur um koll. Fraklendingurin var tryggur úr ellviu metrum, og hevur nú skorað átta mál í níggju Premier League- dystum undir Ole Gunnar Solskjær. Norski venjairn hevur vunnið allar hesar dystirnar uttan ein, og hevur umframt hetta ført sítt lið víðari tvær ferðir í FA Cup. 

United er nú á 4. plássinum og leggur harvið trýst á Arsenal, ið spælir seinni í dag og Chelsea, sum skal dystast við City í morgin. Fulham er í stórum trupulleikum í botninum. 

Fulham - Manchester United 0-3 (0-2)

15.00: Crystal Palace - West Ham
           Huddersfield - Arsenal
           Liverpool - Bournemouth 
           Southampton - Cardiff
           Watford - Everton 

17.30: Brighton - Burnley

1

Manchester City *

 

62 stig

2

Liverpool 

 

62 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

57 stig

4

Manchester United *

 

51 stig

5

Chelsea

 

50 stig

6

Arsenal 

 

47 stig

7

Wolverhampton Wanderers

 

38 stig

8

Watford

 

34 stig

9

Everton *

 

33 stig

10

AFC Bournemouth 

 

33 stig

11


Leicester City

 

32 stig

12

West Ham United 

 

32 stig

13

Brighton & Hove Albion

 

27 stig

14

Crystal Palace

 

27 stig

15

Newcastle

 

24 stig

16

Southampton

 

24 stig

17

Burnley

 

24 stig

18

Cardiff City

 

22 stig

19

Fulham *

 

17 stig

20

Huddersfield Town

 

11 stig

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder