Fótbóltur

United fekk fyrsta sigurin

Stórfeløgini Manchester United og Liverpool brustu í kvøld saman. United fekk sín fyrsta sigur í hesum kappingarárinum.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-08-22 22:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bæði liðini jakstraðu sín fyrsta sigur í hesum kappingarárinum, men tað var Manchester United, sum fekk trý stig eftir eina vánaliga byrjan í Premier League.

Liverpool var í kvøld á vitjan á Old Trafford í Manchester. Liverpool hevði undan dystinum tvey stig á kontuni eftir tveir javnleikir, og tí var stórur spenningur nú hesi stórfeløgini hittust.

Jadon Sancho legði heimaliðið á odda í 16. minutti, og beint eftir steðgin økti Marcus Rashford til 2-0. Mohamed Salah minkaði um munin tá smáir tíggju minuttir vóru eftir at spæla.

Manchester United og Liverpool liggja í niðara enda á stigatalvuni eftir hesi fyrstu trý umførini. United á 14. plássi og Liverpool á 16. plássi. Arsenal hevur fulla úrtøku higartil og liggur á fyrsta plássi.

Manchester United - Liverpool 2-1 (1-0)
16' Jadon Sancho 1-0
53’ Marcus Rashford 2-0
81’ Mohamed Salah 2-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder