Fótbóltur

United óttast coronavirus

Nýggi áleyparin er avbyrgdur frá restini av hópinum.

Odion Ighalo spældi við Watford áðrenn hann flutti til Kina (Savnsmynd)

Odion Ighalo spældi við Watford áðrenn hann flutti til Kina (Savnsmynd)

2020-02-13 08:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú dystarstøðgur er í bestu ensku fótbóltskappingini, er Manchester United farið til Spania á venjingarlegu. Men tað er uttan nýggja áleyparan, Odion Ighalo úr Nigeria.

Felagið skrivar á heimasíðu síni, at talan er um orsøkir, sum felagið sjálvt ikki hevur tamarhald á, men blaðið The Times skrivar, at orsøkin er, at felagið ikki torir av ótta fyri at Igahlo ikki sleppur aftur til Onglands.

Igahlo varð keyptur beint áðrenn flytingargluggin lat aftur í januar úr kinesiska felagnum Shanghai Shenhua, og hevur sostatt verið nærhendis coronasmittuni innan fyri seinastu tvær vikurnar.

Tað er eisini orsøkin til, at nigerianski leikarin ikki enn hevur verið saman við komandi liðfeløgum sínum til venjingar, men hevur vant einsamallur á øðrum stað í Manchester.

The Times skrivar eisini, at Ighalo sjálvur hevur góðkent, at hann verður hildin uttanfyri í tvær vikur, og at tað ikki er nakað, ið bendir á, at hann er raktur av virusinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder