Tá 2022 kom at enda lá Arsenal á odda í Premier League. Liðið hjá Mikel Arteta endaði síðsta ár við einum braki: 4-2 sigri í Brighton.
Nú júst eitt ár seinni hevur Arsenal møguleika at gera tað sama: At fara inn í eitt nýtt ár sum oddalið í Premier League. London-uppgerð er móti Fulham nú seinnapartin (klokkan 14), og "The Gunners" skulu reisa seg eftir tapið fyri West Ham hóskvøldið. Vinnur Arsenal so verður millum annað Liverpool yvirhálað - gamaní hevur Liverpool dyst nýggjársdag, har Klopp og hansara menn so aftur kunnu taka oddasessin.
Mikel Arteta í Brighton fyri júst einum ári síðani. Tað rakk ikki til meistaraheitið síðsta kappingarár, men Arsenal er aftur væl við í ár (Mynd: EPA)
Villa og City bjóða av - United í størri trupulleikum
Í skrivandi stund eru Aston Villa og Manchester City eisini frammanfyri Arsenal. Tey spældu seinnapartin leygardagin. City var framvegis Haaland, De Bruyne og Doku fyriuttan, men tað gjørdist ikki so tungt móti Sheffield United á Etihad. Rodri og Julan Alvarez skoraðu í hvør sínum hálvleiki. Pep Guardiola og hansara menn høvdu annars spælt tríggjar javnleikir á rað á heimavølli - við sigrinum á uppflytarunum í gjár tryggjaðu meistararnir sær, at man var ósigraður á heimavølli í 2023.
Aston Villa hevur havt eitt frálíkt 2023, og hóast fleiri avbjóðingar í gjár endaði tað væl hjá Unai Emery í gjár. Villa var á odda 1-0 og 2-1, og Burnley kom eisini í undirtal tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, tá Sander Berge fekk sítt seinna gula kort. Uppflytararnir javnaðu tó aftur eitt korter seinni, og so var trýst á heimaliðnum í Birmingham. Stutt fyri leiklok fekk heimaliðið brotsspark, ið Douglas Luiz umsetti til mál - umvegis yvirleggjaran. 3-2 og felagið fekk flest stig á heimavølli í Premier League í 2023. Villa hevur eins nógv stig, men ein dyst fleiri, enn oddaliðið Liverpool.
Chelsea, Crystal Palace og Wolves vunnu eisini í gjár, og Notthingham Forrest sigraði í seinasta dystinum á degnum. Manchester United vitjaði og hevði frammanundan ikki tapt fyri Forrest í 29 ár. 2. jóladag eydnaðist eisini United at venda 0-2 til 3-2 móti Aston Villa. Nú var avgerandi maðurin, Rasmus Højlund, sjúkur, og United manglaði sum heild brodd. Tað endaði 2-1, har øll málini komu í 2. hálvleiki. Góð byrjan hjá Nuno Esperito Santo, og Forrest longur burtur frá strikuni. United er langt frá oddastríðnum, og ten Hag og hansara menn hava bert vunnið tíggju av teimum tjúgu Premier League-dystunum í kappingarárinum.
Sí stigatalvuna her
Premier League 20. umfar
Í gjár, leygardagin 30. desember
Luton - Chelsea 2-3
Wolves - Everton 3-0
Manchester City - Sheffield United 2-0
Aston Villa - Burnely 3-2
Nottingham Forrest - Manchester United 2-1
Í dag, 31. desember
14.00
Fulham - Arsenal
Tottenham - Bournemouth
Í morgin, 1. januar 2024
20.00: Liverpool - Newcastle
Týsdagin 2. januar 2024
19.30: West Ham - Brighton
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald