Seinasti dysturin í 2. umfari í Premier League verður leiktur í kvøld.
Manchester United byrjaði sera væl við 4-0 sigri á Chelsea og skal nú royna at byggja uppá. Hetta verður á útivølli ímóti Wolves, ið spældi 0-0 javnleik ímóti Leicester seinasta vikuskiftið. Wolves tók í fjør nógv stig ímóti topp-seks liðunum og endaði á 7. plássi.
Wolves spældi 1-1 javnleik á Old Trafford í fyrsta dystinum seinasta kappingarár. Teir appelsinlittu vunnu 2-1 báðar dystirnar í vár móti liðnum hjá Solskjær. Tann seinni kom í fjórðingsfinaluni í FA Cup. Harvið hevur United nakað at prógvað á Molineux í kvøld.
Premier League, 2. umfar
(20.00) Wolverhampton - Manchester United (TV3 MAX/Viaplay)
Sunnudagin, 18. august
Sheffield United - Crystal Palace 1-0 (0-0)
47' John Lundstram 1-0
Chelsea - Leicester 1-1 (1-0)
7' Mason Mount 1-0
67' Wilfried Ndidi 1-1
Les meira
Leygardagin, 17. august
Arsenal - Burnley 2-1 (1-0)
Aston Villa - Bournemouth 1-2 (0-2)
Brighton - West Ham 1-1 (0-0)
Everton - Watford 1-0 (1-0)
Norwich - Newcastle 3-1 (1-0)
Southampton - Liverpool 1-2 (0-1)
Manchester City - Tottenham 2-2 (2-1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald