Tvey tey mest vinnandi liðini søguliga í FA Cup hittust í kvøld í London. Arsenal hevur vunnið elstu steypakappingina í heiminum 13 ferðir, og Manchester United hevur lyft steypið 12 ferðir. Liðini stríðast í løtuni fyri at náa topp-fýra í Premier League og harvið tryggjað sær pláss í Champions League komandi ár.
Í kvøld snúði tað seg um at koma víðari til 5. umfar í FA Cup. Heimaliðið hevði fleiri málroyndir og hornaspørk og sat greitt meira á bóltinum ígjøgnum dystin. Men United-liðið vísti dygdir og effektivitet. Tá útiliðið fór frameftir, gjørdist tað vandamikið í fleiri førum. Arsenal var opið og báðir miðverjarnir, Sokratis og Koscielny fóru út við skaða.
Romelu Lukaku og Alexis Sanchez fingu møguleikan fra byrjan, og hetta skuldi vísa seg at vera ein góð avgerð hjá Ole Gunnar Solskjær. Eftir hálvan tíma legði Lukaku bóltin sera væl innum verjuna til Alexis, ið kom rundanum Petr Cech og fyrrverandi Arsenal-leikarin legði bóltin í eitt tómt mál. Tveir minuttir seinni førdi Luke Shaw bóltin fram. Har var nógv pláss, og har var Lukaku, ið aftur vísti yvirblikk og hegni, tá hann legði bóltin yvir til Jesse Lingard, ið róliga kundi økja til 2-0.
Arsenal fekk minkað um munin stutt fyri hálvleik. Eftir gott uppspæl í vinstru endaði bólturin inni í málteiginum, har Pierre-Emerick-Aubameyang setti bóltin í málið. Heimaliðið kom eisini væl út til 2. hálvleik og søkti eftir útjavnandi málinum. United hevði eisini møguleikarnar at økja, og í 82.minutti sló kontramaskinan hjá United til. Pogba leikti ein sera góðan 2. hálvleik, og eftir at hann førdi bóltin leingi og væl hálvbjargaði Cech hansara skotroynd, men innskifti Martian var til reiðar og lukkaði dystin.
United verður harvið ímillum tey seinastu 16 liðini í FA Cup, og Solskjær heldur fram við góðu gongdini.
Arsenal - Manchester United 1-3 (1-2)
Bristol City vann 2-1 á Bolton. Í morgin eru ellivu dystir á skránni í FA Cup.
Fótbóltur
United sló Arsenal út á Emirates
Solskjær og United halda fram við at vinna. Áttandi sigurin á rað hevur við sær, at liðið er víðari í FA Cup.
United-leikararnir kundu fegnast eftir at Martial økti til 3-1 og sløkti vónina hjá Arsenal (Mynd: EPA)
2019-01-25 22:02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald