Fótbóltur

United snávaði enn einaferð - Liverpool vann á Stamford Bridge

Trýstið á Solskjær økist, meðan menninir hjá Klopp eru flúgvandi og hava framvegis fult stigatal.

Manchester United hevur bert vunnið tveir dystir í ár (Mynd: EPA)

Manchester United hevur bert vunnið tveir dystir í ár (Mynd: EPA)

2019-09-22 19:45 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Sætta umfar í Premier League hevur verið leikt um viksukifti.

À London Stadium tók West Ham ímóti Manchester United í dag. Sum heild var talan um javnan dyst uttan nógvar málmøguleikar. Liðini høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum og byrjaðu øgiliga varliga. United er hart raktir av skaðum í løtuni, har teir millum annað eru uttan Shaw, Martial og Pogba, og tað sást eisini aftur á United liðnum, ið hevði tað sera trupult, við at skapa møguleikar. Sum fyrri hálvleikur leið, fekk West Ham ein lítla yvirvág í spælinum, sum eisini endaði við at geva úrslit, tí beint fyri hálvleik legði West Ham seg á odda, eftir eitt væl spælt álop, ið endaði við at Yarmolenko skeyt bóltin í netið.

United kom eitt sindur betri út til seinna hálvleik, har liðið onkran møguleika tíðliga í seinna hálvleiki. Men tað stóra trýstið kom aldrin frá útiliðnum, og tað endaði við at West Ham fekk eitt mál afturat, tá Cresswell skeyt eitt fríspark beinleiðis í netið. 2-0 var eisini endaliga úrsliti í einum dysti uttan teir heilt stóru málmøguleikarnar, har West Ham vann uppiborið.

Á Stamford Bridge var stórdystur, tá Chelsea tók ímóti Liverpool. Liverpool legði seg á odda longu eftir 13 minuttir, tá Trent Alexander-Arnold smekkaði bóltin í netið, eftir at Mohammed Salah trillaði bóltin til hann við frísparksstøðu. Chelsea hevði bóltin í netinum í fyrra hálvleiki, tá Cesar Azpilicueta prikaði bóltin í netið, men málið var kolldømt av VAR, ið metti at Mason Mount var í rangstøðu. Fáar minuttir seinni legði Liverpool seg á odda 2-0, tá Roberto Firmino stútaði bóltin í netið, eftir frísparksinlegg frá Andy Robertson.

Tjúgu minuttir fyri leiklok minkaði N'Golo Kante um munin, tá hann skoraði til 1-2 við frálíkum máli. Eftir hetta royndi Chelsea at trýsta Liverpool, men heimaliðið megnaðu ikki at fáa tað útjavnandi málið, og harvið fekk Liverpool øll trý stigini við sær úr London. Liverpool er flúgvandi í Premier League. Liðið hjá Klopp hevur vunnið allar seks dystirnar og hevur nú 15 sigrar á rað í deildini

Á Emirates leikvøllinum tók Arsenal ímóti Aston Villa. Heimaliðið var afturút tvær ferðir, men allíkavæl megnaðu teir at vinna, enntá við tíggju monnum ímóti ellivu í meira enn ein hálvleik. Aston Villa var á odda í 1-0 í hálvleikinum, við máli frá John McGinn. Beint fyri hálvleik fekk Maitland-Niles hjá Arsenal seinna gula kortið, og harvið máttu teir spæla við tíggju monnum allan seinna hálvleik. Tá ein tími var leiktur, javnaði Nicolas Pepe við brotssparki, men bert ein minutt seinni legði Aston Villa seg á odda 1-2 við málið frá Wesley. Men Arsenal kom enn einaferð afturíaftur. Tíggju minuttir fyri tíð javnaði Callum Chambers til 2-2, og tríggjar minuttir seinni skoraði Pierre-Emerick Aubameyang til 3-2, sum eisini var endaliga úrsliti.

Leygardagin skuffaði eitt annað av teimum stóru liðinum eisini; Tottenham tapti 2-1 á útivølli móti Leicester. Tottenham legði seg annars á odda í fyrra halvleiki við málið frá Harry Kane, men Leicester vendi øllum á høvdi í seinna hálvleiki. Fyrst javnaði Ricardo Pereira, og fimm minuttir fyri tíð skoraði James Maddison sigursmálið fyri Leicester.

Manchester City vann leygardagin sín størsta sigur í Premier League, tá liðið hjá Guardiola bukaði Watford 8-0 á heimavølli. Longu eftir átjan minuttir vóru teir á odda 5-0, við málum frá David Silva, Sergio Aguero, Riyad Mahrez, Bernardo Silva og Nicolas Otamendi. 5-0 var eisini hálvleiksstøðan, men í seinna hálvleiki skutu teir trý mál afturat, tá fyrst Bernardo Silva skoraði tvær ferðir og fekk harvið sítt hat-trick, og seinni skeyt so Kevin De Bruyne tað áttanda og seinasta málið í dystinum.

6.umfar: 

Í dag:
Crystal Palace - Wolves 1-1
West Ham - Manchester United 2-0
Arsenal - Aston Villa 3-2
Chelsea - Liverpool 1-2

Í gjár:
Leicester - Tottenham 2-1
Burnley - Norwich 2-0
Everton - Sheffield United 0-2
Manchester City - Watford 8-0
Newcastle - Brighton 0-0

Fríggjadagin: 
Southampton - Bournemouth 1-3

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder