Enska fótbóltsfelagið Manchester United váttar nú, at fyrrverandi áloyparin í felagnum, norðmaðurin Ole Gunnar Solskjær verður ’caretaking manager’ fram til endan á hesum kappingarárinum.
Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum nú.
Solskjær skoraði tilsamans 126 mál í 366 dystum fyri Manchester United í tíðarskeiðinum frá 1996 til 2007. Frá 2008 var Ole Gunnar Solskjær venjari hjá eykaliðnum í felagnum, áðrenn hann flutti heim til Noregs at vera venjari fyri Molde FK.
Solskjær tekur við sum venjari beinanvegin og tekur um endan meðan felagið fer út at leita eftir einum nýggjum venjari at seta fast í starvið. Mike Phelan verður hjálparvenjari saman við Michael Carrick og Kieran McKenna.
- Manchester United er í hjarta mínum og tað er glæsiligt at koma aftur í henda leiklutin. Eg síggi fram móti at arbeiða saman við einum gávuríkum hópi og saman við starvsfólkunum og øllum øðrum í felagnum, sigur Ole Gunnar Solskjær við heimasíðuna hjá Manchester United.
Formaðurin í felagnum, Ed Woodward sigur soleiðis.
- Ole er ein hetja í hesum felagnum við nógvum royndum, bæði á vøllinum og sum venjari. Søga hansara í Manchester United prógvar, at hann livir og andar fyri mentanini her, og øll í felagnum eru fegin um at hava hann og Mike Phelan aftur her. Vit eru sannførd um, at tað fer at eydnast teimum at savna leikararnar og fjeppararnar nú vit fara undir annan helming av kappingarárinum.
Heimasíðan hjá Molde FK skrivar, at hetta til mai 2019, tá Solskjær gevst í United, fer Erling Moe at røkja starvið sum venjari hjá besta liðnum í Molde.
- At Manchester United spyr um loyvi at læna okkara venjara, er ein heiður fyri bæði Ole Gunnar og fyri Molde FK, sigur stjórin fyri felagið, Oystein Neerland við heimasíðuna.
Sí eisini: Ole Gunnar Solskjær upp á tal í Manchester United
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald