Fótbóltur

United: Vónin um Champions League livir enn

VAR-skipanin kolldømdi tvær Chelsea-skoringar.

Maguire skorar til 2-0 móti Chelsea í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Maguire skorar til 2-0 móti Chelsea í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2020-02-18 07:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vónin um luttøku í Champions League næsta kappingarár livir enn hjá Manchester United eftir 2-0 sigurin í gjárkvøldið á útivølli móti Chelsea. London liðið fekk tvey mál kolldømd av nógv umstríddu VAR-skipanini.

Sigurin hevði sera stóran týdning fyri vónirnar hjá United at koma við í Champions League. United liggur nú trý stig aftan fyri Chelsea, sum í løtuni liggur á seinasta plássinum, ið gevur atgongd til Champions League næsta kappingarár.

Venjarin hjá United, Ole-Gunnar Solskjær, var serliga nøgdur við verjuna hjá sær, nú Eric Bailly spældi sín fyrsta dyst eftir at hava verið skaddur síðan apríl í fjør. Eisini verjuleikarin Harry Maguire, sum skoraði annað málið í dystinum, fekk rós frá venjaranum.

Hetta var fyrstu ferð síðan heystið 2017, at United fekk ein sigur móti Chelsea.

Tað var Anthoni Martial, sum legði Manchester United á odda beint fyri hálvleik. Chelsea hevði annars fleiri møguleikar í fyrra hálvleiki at leggja seg á odda.

Stutt inn í annan hálvleik, bombaði Zouma bóltin í málið, men spælarar og áskoðarar, sum frøddust yvir útjavningina, gjørdust vónbrotnir, tá málið varð kolldømt. VAR-skipanin staðfesti, at United-bakkurin, Brandon Williams, varð skumpaður í bakið beint áðrenn skoringina.

Í staðin økti United um leiðsluna, tá verjuleikarin Harry Maguire setti høvdið á eitt hornaspark til støðuna 2-0.

Chelsea gavst ongantíð, og í 77. minuttið var tað Giroud, sum brúktið høvdið á rættan hátt, men enn einaferð varð málið kolldømt av VAR. Sjónvarpsmyndirnar vístu, at Giroud var rangstaddur.

Við sigrinum betraði United um sína støðu frá níggjunda til sjeyndapláss. United hevur nú 38 stig fyri 26 dystir. Chelsea liggur á fjórða plássi við 41 stigum.

United skal komandi vikuskifti spæla heima á Old Trafford móti Watford. Chelsea hevur aftur heimadyst, hesaferð móti grannunum Tottenham.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder