Fótbóltur

Unn prýðir um Anfield

Tá føroyingar komu á Anfield til dyst sunnudagin, kendu tey eitt av andlitunum aftur, sum prýða víðagitna leikvøllin.

Mynd: Heidi Tvørfoss

Mynd: Heidi Tvørfoss

2018-12-17 21:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Stórt føroyskt ferðalið var í farnu viku í Liverpool, har fótbóltsdystir vóru á skránni.

Týsdagin spældi Liverpool Champions League dyst móti Napoli, og sunnudagin vóru tað arvafíggindarnir úr Manchester United, sum komu á vitjan.

Viðhaldsfólkini fingu sum nógv fyri pengarnar, tí ikki nokk við at Liverpool vann báðar dystirnar, so vóru eisini viðhaldsfólk, sum møttu Liverpool leikarum úti á gøtuni.

Les eisini: Føroyskir Liverpool fjepparar fáa nógv fyri pengarnar um dagarnar

Men hetta var ikki tað einasta undrunarverda, sum føroysku viðhaldsfólkini upplivdu í Liverpool. Komin á víðagitna leikvøllin Anfield, sóu nøkur teirra eitt kent andlit, sum prýddi veggirnar uttanfyri leikvøllin.

Heidi Tvørfoss hevur sent okkum mynd, har føroyska Unn Laksá sæst prýða um leikvøllin hjá Liverpool. Unn býr í Liverpool.

Myndin er ein løtumynd av Liverpool viðhaldsfólki, sum síggjast syngja kenda eyðkennislagið hjá Liverpool "You'll Never Walk Alone".

Heidi skrivar, at myndin er tikin sunnudagin, tá føroysku viðhaldsfólkini komu á Anfield fyri at síggja dystin móti Manchester United.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder