Göteborg, Svøríki (Portalurin) - Bravida leikvøllurin í Hisingen-býarpartinum í Göteborg tykiskt hugnaligur. KÍ-hópurin vandi á graslíkinum har í góðveðrinum í kvøld, og í morgin er brakið móti BK Häcken í 2. umfari í Champions League á leikvøllinum.
Sí myndir frá venjingini her
Dysturin í Klaksvík endaði 0-0, harvið er veruligur spenningur undan seinna dystin, hóast svenska meistaraliðið er rímiliga stórur favorittur á pappírinum.
Hetta er fyrstu ferð, at BK Häcken er í Champions League, og í morgin spæla svensku meistararnir móti føroysku meistarunum um bæði pláss í 3. umfari og fyri at tryggja sær pláss í einum evropeiskum bólkaspæli.
Sí eisini: Soleiðis kann KÍ koma í eitt bólkaspæl
Mynd: Klaksvíkar ítróttafelagi
Ein søguligur dystur er í umbúna, og áhugin í Svøríki at fara til dyst er rímiliga stórur. Umleið 6.500 áskoðarar passa inn á á Bravida leikvøllin, har tað sjálvdan er fullsett. Sambært umboðum frá BK Häcken, sum Portalurin tosaði við í kvøld, so vera íhvussu er 4.500 áskoðarar til dystin í morgin - møguliga tað kemur upp ímóti 5.000.
Umleið 100 av hesum halda við KÍ. Umboð frá KÍ upplýsa, at talið av útiáskoðarum í øllum førum er omanfyri 80. Nógvi norðoyingar koma við bussi hjá Norðlýsinum úr Keypamannahavn, og onnur "finna veg sjálvi". Eisini hava vit hoyrt um hondbóltsspælarar og onnur, sum ikki eru úr Klaksvík, ið koma at stuðla.
Skipað verður fyri upphiting tætt við leikvøllin í tímunum undan dystinum, so lagið á KÍ-fjepparunum verður helst ógvuliga gott undan møguliga søguliga dystinum. Í Budapest hoyrdust 30 føroyingar inn í millum, millum tey umleið 20.000 fólkini á staðnum, og helst fara 100 fjepparar úr Føroyum at hoyrast nakað í Göteborg í morgin. Fyrsta bríksl verður klokkan 18.
Bravida leikvøllurin, ið tekur 6.500 áskoðarar (Mynd: Sverri Egholm)
Økið í horininum, har KÍ-áskoðarnir fara at vera (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Mads og Páll eru ikki tøkir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald