Tveir teir seinastu dystirnir í 7. umfari í Betrideildini verða leiktir í dag. Tey fýra liðini sum skulu í eldin hava øll tað til felags, at tað royna at vinna seg framum ella jagstra lið omanfyri seg, nú tey hava leikt ein dyst færri enn hini í deildini:
18.00: AB - Víkingur
19.00: NSÍ - B36
Lagt verður út á Argjum, og júst AB gjørdist botnproppur í gjár, tá ÍF vann á Eiði. Argjamenn hava tó bert eitt stig upp til ÍF og trý til EB/Streym og hava leikt ein dyst færri. AB hevur latið níggju mál inn í seinastu tveimum dystunum og hevur harvið saknað skadda Heðin Stenberg. Liðið hjá Sorin Anghel spældi tó ein góðan dyst í Gundadali móti HB seinast, har stig kundu og burdu verið fingin til høldar, um hugt verður eftir dystargongdini.
Víkingur tapti á Argjum í heyst í fjør, men í løtuni er liðið í Eysturkomunnu væl koyrandi. 1-0 sigurin á B36 seinast var góður og umráðandi og lyfti liðið upp á 4. plássið. Trý lið eru omanfyri Víking, og við sigri í kvøld er møguligt at koma framum B36, um havnarmennirnir missa stig í Runavík, og nærkast Skála og KÍ. Talan er um eina afturvendan vøllin á Argjum hjá Sámal Erik Hentze, sum í trimum førum hevur staðið á odda fyri AB. Tað var júst úti í Vika, at Víkingur tryggjaði sær sítt fyrsta FM-heitið á seinasta degi í 2016.
Í Runavík skal B36 royna at koma á sigurskós aftur. KÍ vann skírisdag (í Betrideildini) og 2. páskadag (í steypakappingini) í Gundadali, áðrenn Víkingur fríggjakvøldið syrgdi fyri, at at B36 ikki var oddalið eftir seks umfør. Nú eru fimm stig upp til oddasessin, men Jákup á Borg og hansara menn kunnu vinna inn á tað í kvøld og trekkja frá NSÍ.
Tað skal tó nakað til fyri at koppa runavíkingum. Liðið hevur vunnið allar heimadystirnar í ár; m.a. ein ímóti Víkingi. Tað hevur verið heldur svingandi hjá NSÍ, men tá tað riggar, tykist liðið at vera effektivt og ógvuliga torført at spæla. Í kvøld er tað ímóti einum dyggargóðum B36-liðið, at NSÍ skal royna at vinna seg inn í topp-fýra. Hetta er ein týdningarmikil dystur fyri bæði liðini, og ein sum kann gerast tættur og spennandi.
Til ber at fylgja gongdini í dystunum á forsíðu okkara. Eftir dystirnar taka vit samanum. Dystirnir kunnu síggjast hjá Televarpinum við Stórapakka + ella við at gjalda 39 krónur fyri einstaka dystin.
Ì gjár:
EB/Streymur - ÍF 0-2 (0-1)
43’ Dávid Langgaard 0-1
65’ Ari Ó. Ellingsgaard 0-2
Sunnudagin:
KÍ - TB 7-0 (4-0)
11' Jóannes Bjartalíð (br) 0-1
13' Deni Pavlovic 0-2
18' Simen Sandmæl 0-3
34' Patrik Johannesen (br.) 0-4
54' Jóannes Bjartalíð (br.) 0-5
61' Boris Dosljak 0-6
76' Darius Lewis 0-7
HB - Skála 0-2 (0-1)
44' Ronni Møller-Iversen (br.) 0-1
58' Jákup Johansen 0-2
Støðan:
1. KÍ (17 stig)
2. Skála (15 stig)
3. B36 (12 stig) *
4. Víkingur (10 stig) *
5. NSÍ (10 stig) *
6. HB (9 stig)
7. TB (8 stig)
8. EB/Streymur (6 stig)
9. ÍF (4 stig)
10. AB (3 stig) *
* Ein dyst færri
Fótbóltur
Upptakt: Liðini royna øll at jagstra
7. umfar kemur at enda í kvøld, og tað er serliga lagt upp til spennandi dyst við Løkin, har B36 er á vitjan.
Víkingur og AB dystast á Argjum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
2019-04-30 12:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald