2022-06-17 06:55
Uros Stojanov var ofta á máltalvuni meðan hann spældi við ÍF. Hann kom til Føroya at spæla við fuglfirðingum í 2021, men í fjørsummar valdi hann at royna eydnuna í B36.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Men í B36 hevur ikki hilnast væl, og nú er greitt at hann altso ikki verður at síggja í hvíta búnanum longur.
(Mynd: Sverri Egholm)
Uros Stojanov hevur skift til Skála. Tað váttar hann sjálvur á Facebook. Uros vandi longu í gjárkvødið eisini við hópinum.
Sunnudagin er botndystur á skránni ímóti B68 og tá verður nýggi áleyparin hjá skálamonnum við. Skála og B68 liggja aftast í deildini við fimm stigum í part.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald