Fótbóltur

Uros til Sørvágs

Vágamenn hava skrivað undir við serbiska málrevin.

Uros Stojanov var í hvíta B36-búnanum í eitt ár. Seinasta hálva árið hevur hann spælt á Skála (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Uros Stojanov var í hvíta B36-búnanum í eitt ár. Seinasta hálva árið hevur hann spælt á Skála (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-07 12:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Uros Stojanov spælir næsta kappingarár við 07 Vestur. Hesum boðar felagið frá í dag.

Serbin kom til ÍF í 2021, men valdi í fjørsummar at royna eydnuna í B36. Tað hilnaðist ikki væl í B36, og Uros Stojanov skrivaði tí undir við Skála í summar.

Skála flytir sum kunnugt niður í næstbestu deildina at spæla, og Uros Stojanov hevur nú fingið nýtt felag.

- Ein av okkara avbjóðingum í ár hevur verið at umseta inlegg til mál. Vit hava havt ótrúliga nógv innlegg, og ikki nógv av hesum eru umsett. Her vænta vit, at styrkin hjá Uros fer at koma okkum serliga til góðar, sigur 07 Vestur.

Uros er 33 ára gamal, og kemur úr Serbia. Áðrenn hann kom til landið spældi hann við ymiskum liðum úr Serbia. Hann er 1,89 m. Høgur. Hann hevur skorað 38 mál, síðani hann kom til Føroyar.

07 Vestur endaði í ár á sjeynda plássið við 29 stigum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder