Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Til hetta árið hava 14 umsóknir fingið játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og bólkar. Samanlagt er talan um stuðul til 11 einstaklingar og 3 lið.
Hetta hevur ÍSF kunngjørt seinnapartin. Úrval er ein skipan hjá Ítróttasambandi Føroua sum veitur sersambondunum stuðul til føroysk úrvalsítróttafólk. Nevndin í Úrvali viðgerð umsóknir 1 ferð árliga. Umsóknarfreistin er 15. oktober til virksemi árið eftir.
Íðkarar og lið umboðandi sjey sambond fáa stuðul úr Úrvali í 2023. Í hesum sambandi kann nevnast, at íðkarar frá Styrkisambandi Føroya hava fingið stuðul úr Úrvali fyri fyrstu ferð. Harumframt hava íðkarar og lið frá bogaskjóting, flogbólti, fimleiki, hondbólti, svimjing og taekwondo fingið stuðul úr Úrvali í 2023.
U02 og U04-landsliðini í manshondbólti skulu bæði spæla HM-endaspæl í summar og hava fingið størsta stuðulin - 350.000 hvør.
Óli Mittún skal helst umboða bæði U-landsliðini, ið nú hava fingið stóran og umráðandi stuðul
Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.
– Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur nevndin í Úrval.
28 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2023, og søkt var um tilsamans 5 milliónir krónur. Niðanfyri sæst yvirlit yvir tey, sum hava fingið stuðul, og hvussu nógv tey ymisku fingu:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald