
Heimsins skjótasti maður nakrantíð, Usain Bolt, gevur nú upp við at fylgkja dreyminum um at gerast yrkisfótbóltsleikari.
- Tað var stuttligt so leingi tað vardi, sigur Usain Bolt, nú hann gevur upp.
Usain Bolt royndi seg í fleiri feløgum kring heimin. Hann megnaði enntá at skora tvey mál í einum vinadysti fyri avstralsku Central Coast Mariners, men gjørdist ikki samdur við felagið um ein sáttmála.
Usain royndi seg eisini í norska Stromgodset og týska stórfelagnum Borussia Dortmund. Maltesiska Valetta bjóðaði honum sáttmála, men hann takkaði nei.
Stóri dreymurin hjá Usain Bolt var at spæla fyri Manchester United. Men tann dreymurin er nú deyður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald