2018-10-12 17:43
Usain Bolt hevur fleiri ferðir tosa um sítt ynski at verða yrkisfótbóltsleikari. Hann hevur fyrr sagt, at hann hevur ein dreym um at spæla við Manchester United, og nú hevur hann møguliga tikið eitt stig nærri hesum.
Bolt er í Avstralia, har hann roynir at spæla seg til ein sáttmála hjá Central Coast Mariners í bestu deildini. Í dag fekk hann fyri fyrstu ferð møguleika at vísa seg fram í vinadysti, og heimsins skjótasti maður á 100 metrar og átta ferðir OL gullvinnarin gjørdi ikki mætari enn at skora tvey mál í dystinum.
Central West Coast Mariners vunnu dystin 3-0.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald