Áskoðaratølini hjá KÍ hava sveiggjað nakað seinastu árini og hava sum heild verið lægri enn áður til landskappingardystir.
Men áhugin hjá klaksvíkingum og norðoyingum at stuðla til steypafinaluna í morgin, tá teir kongabláu fara eftir greipuna, tykiskt stórur.
Nú eitt stórt samdøgur til til steypafinaluna millum KÍ og Víking er greitt, at einki "KÍ-pláss" er eftir á langsíðuni. Man fær einki setur, um roynt verður at keypa á plássunum sum eru avsett til føroyameistaraliðið.
![]()
KÍ-fjepparar fara at gera sítt fyri at skapa eitt gott huglag á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Video: Alfred búði leingi í Leirvík men heldur við KÍ
Í sambandi við finaluna eru áskoðaraplássini á eystursíðuni á Tórsvølli býtt ímillum Víkinga- og KÍ viðhaldsfólkini. Bólkarnir 101 til 104 eru settir av til ljósabláu Víkingarnar, meðan bólkarnir 105 til 108 eru ætlaðir kongabláu KÍ’arunum.
Í hvørjum bólki eru 370 setur, so tað vil siga, at beint undir 1.500 atgongumerki til fjepparar hjá KÍ eru seld. Helst hava onnur keypt aftanfyri málið, og har er framvegis møguleiki at ogna sær pláss.
Bólkarnir hinumegin - 114, 115 og 116 - eru ætlaðir uttanveltaðum áskoðarum, upplýsir FSF.
Tað eru ikki eins nógv í Eysturkommunu, sum í Klaksvík og Norðuroyggjum. Men tveir av teimum fýra bólkunum við 370 plássum eru útseldir. Atgongmerki eru eisini seld í hinum bólkunum, og tað vil siga, at tað í løtuni kunnu væntast umleið 800 Víkinga-fjepparar fríggjakvøldið; kanska upp ímóti 1.000.
Samanlagt eru nakað yvir 3.000 atgongumerki farin til finaluna. Báðir fjeppara-bólkarnir fara at gera nógv burturúr - við upphiting, bussum, máling, fløggum og øðrum.
![]()
Í 2022, tá KÍ og Víkingur eisini hittust í steypafinaluni, kundu Víkinga-spælararnir fegnast saman við mongu fjepparum eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Video: Salomon trýr altíð upp á Víking
Finalan um Løgmanssteypið byrjar klokkan 19 fríggjakvøldið 31. oktober. FM1 sigur frá dystinum við upptakt frá klokkan 18.
Les eisini: KÍ og Víkingur fyri triðju ferð í finaluni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald