
Tað verður ein fullsettur Tórvøllur, ið verður karmur um UEFA Nations League dystin fríggjakvøldið, tá Føroyar taka móti Malta.
Tað hevur gingið skjótt við søluni seinastu dagarnar, og nú er ikki longur møguleiki at fáa atgongumerki til dystin, har Føroyar er í favorittleiklutinum.
Nú gamla FSF-húsið og tann langsíðan eru tikin burtur, er ikki pláss fyri eins nógvum áskoðarum. Í FSF verður sagt, at nú er pláss fyri áleið 3500 áskoðarum á Tórsvølli, og tað tað verður eisini tað talið til dystin fríggjadagin.
Tað varð útselt til Skansan fyrst í seinastu viku, so tað burdi komið nógv lív í Tórsvøll til dystin. Eitt nýtt átak fyri áskoðarar er sokallaða fjepparaøki, ið er ætlað til børn. Har verður millum annað møguleiki fyri at spæla fótbóltsgolf, borðfótbólt, Fifa og at fáa andlitsmáling
Føroyska liðið fyrireikar seg hesa vikuna í høvuðsstaðnum, og hópurin hjá Malta kom til landið fyrr í dag. Maltesiska liðið skuldi koma í gjár, men orsakað av tekniskum trupulleikum við sínum flogfarið, kom mótstøðuliðið hjá Føroyum ikki til Føroyar til ætlaðu tíðina.
Dysturin fríggjakvøldið byrjar klokkan 19.45
Les eisini:https://roysni.fo/foroyar-takid-a-malta-soguliga
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald