Fótbóltur

Útselt til Føroyar - Spania

Klokkan 10 lat atgongumerkjasølan til EM-undankappingardystin á Tórsvølli í juni upp, og eftir fýra tímum vóru eingi eftir.

Tórsvøllur verður fullsettur, tá Spania kemur á vitjan

Tórsvøllur verður fullsettur, tá Spania kemur á vitjan

2019-04-29 13:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt av allarstørstu evropeisku fótbóltslandsliðunum kemur á vitjan á Tórsvølli í byrjainini av juni. Talan er um Spania, ið vann EM í 2008 og 2012 og heimsmeistaraheitið í 2010. Núverandi liðið hevur ikki eins stóra styrki sum tá, men har er ein rúgva av góðsku á liðnum, ið er stórfavorittur av vinna undankappingarbólk F, har Føroyar eisini eru við.

Næsta uppgávan hjá Føroyum er ímóti júst Spania. Tað er 7. juni á Tórsvølli, og har er longu útselt til dystin. Til bar at keypa atgongumerki á heimasíðuni hjá FSF frá klokkan 10, og Fótbóltssambandið upplýsti fyri løtu síðani, at nú er útselt.

Gravgangurin er harvið stórur at síggja fyrsta heimadystin hjá Føroyum í hesari undankappingini og at uppliva sponsku stjørnurnar á Tórsvølli.

Tað eru pláss til áleið 3500 áskoðarar á Tórsvølli, meðan umbyggingin er í gongd. Í morgin klokkan 10 byrjar atgongmerkjasølan til heimadystin móti Noregi, ið verður 10. juni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder