2020-06-05 14:31
Nógvur vindur, lættir bátar á viðfestisvognum og kappróður rigga illa saman. Tað hevur fingið Róðrarsambandið at útseta ársins fyrsta kappróður, sum skuldi vera á Norðoyastevnu í Klaksvík seinnapartin í morgin.
Ístaðin verður hann sunnudagin tá veðurforsøgnin sigur frá minni vindi.
Starttíðirnar fyri barnaróðurin verða framskundaðar 25 min. Aðrar starttíðir eru sum áður fráboðað.
83 bátsmanningar hava boðað frá luttøku á Norðoyastevnu. Byrjað verður beint fyri hálvgun eitt sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald